Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland
Linja 99:
 
Í januar 2014 gav [[Vladimir Putin]], forseti, boð um, at russiska verjan skuldi styrkja sína støðu í [[Arktis]]. Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at skipa eina hernaðarliga miðstøð í Arktis, og málið við tiltakinum er at verja landsins arktisku áhugamál. Tann nýggja miðstøðin verður sett saman av einari herskipadeild, einari herdeild, sum serliga verður útgjørd til arktiska krígsførslu, einari loftverjudeild og so nøkrum bygningum, sum skulu hýsa umsitingarligum uppgávum. Herskipadeildin skal hava ábyrgdina av at verja tey russisku áhugamálini í Arktis so sum farmasigling, fiskiskap, [[Olja|olju]] -og gassleiðir og landsins mark norðanfyri <ref>http://thediplomat.com/2014/02/russia-to-establish-arctic-military-command/</ref>.
 
=== Uttanríkispolitikkur ===
 
=== Føroyar og Russland ===
 
==== Handilsviðurskifti ====
 
[[Mynd:Seabirds_longlinersm.jpg|thumb|right|220px|Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður frá 2007 til 2012 <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref><ref>http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=btsjm&lang=en_us&url=http%3A//www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252fKopi+af+Import+Export+Russia+FO.pdf&referer=http%3A%2F%2Fwww.tinganes.fo%2FDefault.aspx%3FID%3D10768%26PID%3D10768%26NewsID%3D5405%26Action%3D1&v=</ref>.]]
[[Mynd:Thyme_and_Garlic_Grilled_Salmon_with_Mango_Salsa,_Rosemary_Potatoes_and_Snow_Peas_(297986190).jpg|thumb|right|220px|Stóri vøksturin í útflutninginum til Russlands er alt laksur og uppsjóvarfiskur <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref>.]]
[[Føroyar]] hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða [[WTO]]-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um "Most Favoured Nation Treatment". Sáttmálin kom í gildi í 2006 <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/tad-lysir-i-eystri/</ref>. Roknað í mun til samlaða føroyska útflutningin fara góð átta prosent av øllum føroyskum útflutningi nevniliga til Russlands. Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya <ref>http://aktuelt.fo/handilsstongsulin+russland+tridstorsti+markadur+hja+foroyum.html#.Ux9sleddXv0</ref>. Og ikki nokk við tí: seinastu árini er útflutningurin til Russlands nevniliga øktur við rúkandi ferð. Áðrenn 1992 útfluttu vit als einki til Russlands. Og næstu nógvu árini sveiggjaði føroyski útflutningurin til henda risastóra marknað millum tríggjar og 40 milliónir krónur. Í 2005 fór føroyski útflutningurin til Russlands upp um 100 milliónir krónur, men tað var ikki fyrr enn í 2011, at tølini fóru beint upp í loft. Í 2011 útfluttu føroyingar fyri 420 milliónir krónur til russiska marknaðin og í 2012 útfluttu vit fyri 463 milliónir krónur. Hesi bæði árini hækka tølini upp í 7,77 prosent av samlaða útflutninginum í 2011 og upp í 8,43 prosent av samlaða útflutninginum í 2012. [[Laksur]] var tað, sum vit útflutt mest av til Russlands í 2012. Samanlagt útfluttu føroyskar fyritøkur laks fyri 196 milliónir krónur til Russlands í 2012. Næst á listanum var sild, tí í 2012 keyptu russar sild úr Føroyum fyri 123 milliónir krónur. Á triðja plássi kom [[makrel]]ur við 61 milliónum krónum.
 
Undir árliga [[ST]]-aðalfundinum í 2012 nýtti løgmaður, [[Kaj Leo Holm Johannesen]], høvi at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov <ref>http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742</ref>. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskiftini millum [[Føroyar]] og Russland. Føroyski útflutningurin til russiska marknaðin er vaksandi, og ynski er frá føroyskum vinnulívi at fáa betri marknaðaratgongd. Landsstýrið arbeiðir tí fyri at at fáa ein nýggjan handilssáttmála í lag, og er hetta fyrstu ferð, at handilsviðurskiftini landanna millum, eru umrødd á ráðharrastigi. Á fundinum legði løgmaður dent á tað søguliga samstarvið millum Føroyar og Russland, og vísti á góða samstarvið á fiskivinnuøkinum, og at Føroyar vóru millum fyrstu londini í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]], sum gjørdu fiskivinnusáttmála við táverandi [[Sovjetsamveldið]]. Samskifti hevur áður verið millum Føroyar og Russland um ein nýggjan handilssáttmála, men russar vóru ikki sinnaðir at samráðast um nýggjan sáttmála fyrr enn Russland gjørdist limur í [[WTO]]. Fleiri enn 30 lond ynskja at gera fríhandilssáttmála við Russland í 2012; løgmaður og uttanríkisráðharrin Lavrov samdust um at byrja eina tilgongd, har fyrsta stigi er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála. Í hesum sambandi segði løgmaður: ”Ein nýggjur handilsssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara útflutning. Men vit mugu gera okkum greitt, at tað kann ganga rúm tíð áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki" <ref>http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742</ref>.
 
==== Sendistovan ====
 
Føroyar fáa sendistovu í [[Moskva]] í 2014 <ref>http://kvf.fo/greinar/2013/12/18/foroyar-faa-sendistovu-i-moskva</ref>. Løgmaður vil styrkja handilsviðurskiftini við Russland, og tí sambandi vil løgmaður hava eina sendistovu Moskva. "Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond", segði Johannesen. "Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, at tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála", sigur landsstýrið. Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, [[Kiev]], [[Minsk]], [[Kaliningrad]], Astana, [[Murmansk]] og [[Arkhangelsk]] <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-sendistova-i-moskva-naesta-ar/</ref>. Landsstýrið segði, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva. Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og [[Ukreina]] størri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks. Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum.
 
"Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014", sigur [[Kaj Leo Holm Johannesen]], løgmaður. Føroyar hava í 2013 sendistovu í [[Keypmannahavn]], [[London]], [[Reykjavík]] og [[Brússel]]. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi <ref>http://nordlysid.fo/foroyar+faa+sendistovu+i+moskva.html</ref>. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir árliga afturat til sendistovu í Russlandi. Sendistovan fer at kosta góðar 3.25 milliónir krónur. Í fyrstu syftu bendi á, at fíggjarnevndin ikki var serliga fyri ætlaninum hjá løgmanni. Fíggjarnevndin lat bara 500 000 DDK til endamálið. Fíggjarnevndin hevur í 2012 broytt støðu, og við triðju viðgerð av uppskotinum fer løgtingið at játta 3.25 milliónir krónur.
 
== Herurin ==