Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Content deleted Content added
Linja 87:
 
== Politikkur ==
[[Mynd:Matteo Renzi cropped.png|200px|thumbnail|[[Matteo Renzi]], forsætisráðharri síðan 22. feb. 2014.]]
[[Mynd:Presidente Napolitano.jpg|200px|thumbnail|[[Giorgio Napolitano]] hevur verið forseti síðan 15. mai 2006.]]
Italia hevur verið ein einarstatur og parlamentariskt lýðveldi síðan 2. juni 1946, tá tey fóru burtur frá kongsríkinum sum stýrisformi, hetta hendi við einari fólkatkvøðu í 1946. Forsetin í Italia, sum í løtuni er [[Giorgio Napolitano]], sum hevur sitið síðn 2006, er hægsti myndugleiki í landinum. Forsetin er valdur í eitt 7-ára tíðarskeið av tjóðartinginum í Italia. Italia hevur eina skrivaða demokratiska grundlóg, sum var úrslit av arbeiðinum hjá tí grundlógargevandi forsamlingini, ið arbeiddi við hesum frá 1946 til 1948, tað var ein samantvinnan av øllum anti-fasista kreftunum sum luttóku í at stríðnum fyri at berja niður Nazistar og Fasistar undir borgarakrígnum í Italia.<ref>Smyth, Howard McGaw [http://links.jstor.org/sici?sici=0043-4078(194809)1%3A3%3C205%3AIFFTTR%3E2.0.CO%3B2-O Italy: From Fascism to the Republic (1943–1946)] ''The Western Political Quarterly'' vol. 1 no. 3 (pp. 205–222), September 1948</ref>
 
=== Stjórn ===
Italia hevur eina parlamentariska stjórn, sum er grundað á proportionala atkvøðuskipan. Tjóðartingið (parlamentið) hevur tvey kømur: tey tvey húsini, Deputerkamarið (á enskum: Chamber of Deputies) (sum møtist í Palazzo Montecitorio) og Senatið (á enskum: Senate of the Republic), sum heldur til í Palazzo Madama. Hesi bæði kømurini hava líka stórt vald. Forsætisráðharrin, almenni Forsetin fyri Ráðharraráðið (President of the Council of Ministers / Presidente del Consiglio dei Ministri), er stjórnarleiðari. Forsætisráðharrin og stjórnin verða sett av Forsetanum fyri Lýðveldið, (President of the Republic), men má ígjøgnum álitisatkvøðuðgreiðslu í stjórnartinginum fyri at kunna taka við sessunum.
 
=== Flóttafólk ===
 
Túsundtals [[flóttafólk]] úr [[Afrika]] royna á hvørjum ári at sleppa inn í Italia fyri at sleppa burturúr fátækradøminum í heimlandinum. Úr Italia ferðast tey víðari, har tey leita eftir størvum. Flóttafólk úr Afrika royna javnan at koma sær inn í [[Evropa]] umvegis [[Miðjarðarhavið]]. Serliga italska oyggin [[Lampedusa]] er væl umtókt hjá flóttafólkunum. Italia er fyrsta steðgistað hjá flóttafólkum úr Norðurafrika, ið ætla at leita sær friðskjól í Evropa. Tí stríðast myndugleikarnir í Italia javnt og samt við flóttafólk, ið royna at koma sær inn í landið. Italia hevur í fleiri umførum biðið um hjálp frá [[ES]], fyri at basa vaksandi trupulleikanum við flóttafólkum, ið royna at koma sær inn í landið. Higartil uttan eydnu <ref>http://www.france24.com/en/20131004--italy-calls-EU-help-lampedusa-boat-sinking-tragedy-immigration/</ref>. Í oktober 2013 lótu 550 flóttafólk lív í tveimum bátsvanlukkum, tá bátarnir, tey vóru í, koppaðu í farvatninum millum [[Libya]] og Lampedusa í Italia. Í 2013 tók kjakið um flóttafólk seg upp aftur, eftir at eldur kom í ein bát við flóttafólkum úr Afrika beint við oynna Lampedusa. Í minsta lagi 520 fólk lótu lív, og 155 vórðu bjargað <ref>http://www.bbc.com/news/world-europe-24866338</ref>. Bert eina viku seinni sakk enn ein bátur við flóttafólkum stutt frá Sisilia. Tá sjólótust 27 fólk, men meir enn 200 vórðu bjargað. Allarflestu flóttafólkini vóru úr [[Eritrea]], [[Somalia]] og [[Gana]].
 
=== Fyrisitingarligar eindir ===