Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Brotsverk
Linja 268:
Norra er heimsmeistari í javnstøðu. Tað vísir ein kanning frá [[World Economic Forum]] í [[2008]] <ref>https://members.weforum.org/pdf/gendergap/report2009.pdf</ref>. Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri [[Finnland]]. Á triðja plássi liggur [[Svøríki]]. [[Danmark]] er nummar sjey á listanum <ref>http://www.allcountries.org/ranks/gender_gap_gender_equality_country_rankings_2008.html</ref>. [[Samkynd]] kunnu giftast í Noreg; Norra fær [[kynsleyst hjúnalag]] í 2008, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.
 
=== YvirgangYvirgangur ===
 
Óttin fyri yvirgangi í Noregi í 2012 er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Norske-politikere-advart-mot-navngitte-islamister-7024409.html</ref>. Løgmálaráðharrin, [[Grete Faremo]], og verjumálaráðharrin, [[Anne-Grete Strøm-Erichsen]], vóru tann 1. oktober 2012 á einum loyniligum fundi við uttanríkis- og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi. Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri [[islam]]istum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum. Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil [[yvirgangsfólk]]. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til [[islam]]. Hini eru fólk, sum eru ættað úr [[Afganistan]], [[Pakistan]], [[Irak]], [[Somalia]], [[Tunesia]] og [[Algeria]]. Sambært fregnartænastunum hjá [[Løgregla|løgregluni]] og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í 2012.
 
=== Brotsverk ===