Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
→‎Søga: tók burtur ov nógv ur, ur, ur, ur, ur.... onkur man hava gjørt fortreð her uttan at nakar hevur lagt tað til merkis.
Brotsverk
Linja 271:
 
Óttin fyri yvirgangi í Noregi í 2012 er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Norske-politikere-advart-mot-navngitte-islamister-7024409.html</ref>. Løgmálaráðharrin, [[Grete Faremo]], og verjumálaráðharrin, [[Anne-Grete Strøm-Erichsen]], vóru tann 1. oktober 2012 á einum loyniligum fundi við uttanríkis- og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi. Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri [[islam]]istum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum. Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil [[yvirgangsfólk]]. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til [[islam]]. Hini eru fólk, sum eru ættað úr [[Afganistan]], [[Pakistan]], [[Irak]], [[Somalia]], [[Tunesia]] og [[Algeria]]. Sambært fregnartænastunum hjá [[Løgregla|løgregluni]] og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í 2012.
 
=== Brotsverk ===
 
Millum tær mongu talvur, sum hava sett sær fyri at lýsa heimsins londum, er "Global Peace Index", ið heftir seg við vandamál, at liva í ymsu londunum. Í 8 ár hevur Institute for Economics and Peace (IEP) skipa henda lista, sum vísur at [[Irak]] er ótryggasta landið at liva í og [[Noreg]] er tryggasta land í øllum heiminum <ref>http://voices.yahoo.com/top-5-safest-countries-world-685000.html</ref><ref>http://www.theguardian.com/world/2007/may/30/duncancampbell</ref>. Fyrningarfreistin fyri dráp og álvarslig brotsverk kann gerast søga í Noregi. Tað merkir, at ein brotsmaður ongantíð sleppur undan revsing. Stórtingsnevndin við løgmálum fer væntandi í mars 2014 at atkvøða um at beina burtur 25 ára fyrningarfreistina í álvarsligum brotsverkum. Tað er Kristiligi Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram. Flokkurin vil beina burtur fyrningarfreistina í álvarsligum málum sum siðamisbroti, neyðtøku- og drápsmálum. "Eg eri troyttur av at síggja, at brotsmenn sleppa at ganga leysir, tí revsimál eru fyrnað", sigur framsøgumaður Jan Arild Ellingsen hjá norska [[Framburðsflokkurin (FrP)|Framburðsflokkinum]]. Framburðsflokkurin legði eitt líknandi uppskot fyri Stórtingið í 2013, men tá hendi onki meira, tí uppskotið skuldi takast við í ein størri "pakka" <ref>http://www.vg.no/nyheter/innenriks/norsk-politikk/artikkel.php?artid=10104201</ref>. Roknað verður við, at meiriluti fæst fyri uppskotinum at burturbeina fyrningarfreistirnar fyri álvarslig brotsverk í Noregi <ref>http://www.vg.no/nyheter/innenriks/norsk-politikk/artikkel.php?artid=10137557</ref>.
 
=== Skøkjulevnaður ===