Munurin millum rættingarnar hjá "Kosta Rika"

Content deleted Content added
s Image
s Tók burtur rættingar hjá Arstempo (kjak) til seinastu versjón hjá Niceley
Linja 26:
| viðmerkingar =
|}}
[[Mynd:Collage Costa Rica.jpg|thumb|250px]]
 
'''Tjóðveldið Kosta Rika''' (á [[Spanskt mál|sponskum]] ''República de Costa Rica'') er eitt land [[Miðamerika]]. Ólíkt øðrum miðamerikanskum londum hevur friður valdað í Kosta Rika. Høvuðstaðurin eitur [[San José]]. [[San José]] er í hálendinum mitt inni í landinum, við høvuðsvegin ímillum amerikonsku heimspartarnar.
Line 35 ⟶ 34:
 
== Búskapur ==
[[Mynd:DirkvdM_orosi_valley_bird.jpg|thumb|left|220px|Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini.]]
 
Í Kosta Rika, sum er ein av heimsins størstu útflytarum av bananum, er eitt slag av undantaksstøðu lýst fyri bananbøndurnar í landinum í 2013, tí ullarlýs hava gjørt, at ein fimtingur av kostarikansku banangrøðini longu nú er burturbeindur <ref>http://voxxi.com/2013/12/12/bananas-phytosanitary-emergency-costa-rica/</ref>. Nú stúra myndugleikarnir fyri, at landið ikki megnar at liva upp til longu gjørdar handilsavtalur. Úr kostarikanska landbúnaðarmálaráðnum verður sagt, at tað eru [[veðurlagsbroytingar]]nar, sum gera, at ullarlúsin er farin at gera nógv meira um seg. Lúsin ger plantuna veikari og bananin fær blettir, sum gera, at keyparin ikki skoytir um hana. Samstundis sum Kosta Rika hevur stórar trupulleikar, vísir amerikansk gransking, at ein [[soppur]] hóttir banangrøðina aðrastaðni í heiminum. At byrja við hildu vísindafólk, at soppurin Fusarium oxysporum f. sp.cubense var avmarkaður til [[Avstralia]] og partar av [[Ásia]], men soppurin er nú eisini staðfestur í bæði [[Jordan]] og [[Mosambik]]. Og nógv halda tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn soppurin eisini kemur til [[Latínamerika]]. Hendir tað, kunnu soppurin og ullarlúsin í felag hótta alla banangrøðina í latínamerikansku londunum og oyggjalondunum í [[Karibia]]. Heili 80 prosent av heimsins bananum koma úr hesum londunum.
 
Line 43 ⟶ 42:
 
== Politikkur ==
[[Mynd:DirkvdM_orosi_valley_bird.jpg|thumb|left|220px|Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini.]]
 
Kosta Rika var einaferð avtakið við regnskógi, og har vuksu til dømis mahogni og tropiskur setrisviður. Men nú er næstan eingin skógur eftir, hann er høgdur niður, tí at har var nógvur dýrur viður, og tí at lendið mátti leggjast inn til kaffilundir. Myndugleikunum er greitt, at verður skógartýningin ikki tálmað, hvørvur bæði [[Plantur|plantulívið]] og [[Djór|dýralívið]], og tí varð farið at friða skógin. Nú eru um 23 % av regnskógunum, ið eftir eru, friðað øki og tjóðargarðar.