Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Content deleted Content added
Linja 42:
 
=== Innflytarapolitikkur ===
[[Mynd:No-mosque.svg|thumb|left|180px|Sveis forbjóðar við lóg [[Moskur|moskubygging]]. Aftan á [[Luksemburg]] er Sveis tað landið í [[Evropa]], sum hevur flest tilflytarar – millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í landinum <ref>http://www.bbcfoxnews.com/newsstory/world2009/11/30/switzerland-europedefends-26116648ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews</ref>.]]
 
Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið <ref>http://www.independent.co.uk/news/world/europe/switzerland-votes-to-limit-numbers-of-eu-migrants-9117579.html</ref><ref>http://www.nytimes.com/2014/02/10/world/europe/swiss-voters-narrowly-approve-curbs-on-immigration.html?_r=0</ref>. Sunnudagin 16. februar 2014 segði sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu "ja" til munandi herðing av lógini um tilflytarar úr øðrum [[ES]]-londum. Sjálvt um Sveis ikki er limur í ES, hevur landið seinastu 12 árini havt eina avtalu við ES um fría ferðing um landamørk. Men nú sveisiska fólkið hevur kravt munandi herðingar av lógini, er spurningurin, um avtalan við ES má víkja fyri sveisiska fólkaviljanum. Úr Brússel eru boð longu komin um, at ES fer at endurskoða síni viðurskifti við Sveis. Tað var sera lítil munur á talinum av ja- og nei-atkvøðum – bert 19.000 atkvøður. Av teimum, sum atkvøddu, søgdu 50,3 prosent ja. Men úrslitið merkir, at stjórnin innan 2017 skal hava dagført lógina um tilflytarar, og tað fer at merkjast í grannalondunum. Nógv koma úr ES-londunum [[Italia]] og [[Týskland]]i til Sveis at arbeiða, og í 2014 eru millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í Sveis, tilflytarar. Tað er tað næstmesta í Evropa, aftan á [[Luksemburg]] <ref>http://www.bbc.com/news/world-europe-26116648</ref>. Seinastu árini er ein klovningur komin í millum løntakarar, sum síggja fremmandaarbeiðarar fáa teirra størv til minni løn og harvið trýsta lønarlagið niður, og so politikarar, sum tala fyri at taka ímóti fleiri tilflytarum. Hinvegin hava aðrir politikarar tikið seg fram við at tala ímóti tilflyting.