Munurin millum rættingarnar hjá "North Dakota"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 136 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1207 (translate me)
No edit summary
Linja 38:
 
=== Landbúnaður ===
[[Mynd:TraillCountyND.jpeg|thumb|left|220px230px|Landbúnaður er høvuðsvinnan í Norðurdakota <ref>http://www.netstate.com/economy/nd_economy.htm</ref>. Myndin er tikin tætt við [[Mayville]].]]
Norðurdakota er ein fløta, øll sum hon er. Veturin er kaldur og kavin ovurhonds nógvur, hann legst niður tíðliga um heystið og liggur so langt út á várið, men summarið er heitt. Áðrenn [[Evropa|evropear]] komu til [[Dakota]] í [[1738]], lá fløtan sum hagi, men nú er tað mesta av henni undanvelt, og har sum [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] fyrr eltu [[dýr]]ini, standa nú maisakrar og hveitiakrar, so langt eygað røkkur. Til at pløga hesar stóru akrar hava teir sterkar traktorar, og kornið verður innheystað við skurðtreskjara.
 
Óføra stórir eru nógvir av gjørðunum, og hetta ger, at bóndunum nýtist ikki at tøða jørðina so nógv, sum teir gera í búnaðarlondum í t.d. [[Evropa]]. Teir velta bara ikki korn ella aðra grøði í sama stykki meir enn eitt ár og lata so liggjaóvelt aftur í tvey ella fleiri ár. Eplum og rótum velta teir eisini nógv av har norðuri.
 
=== Sí eisiniOljuvinna ===
[[Mynd:Oil_Pump_North_Dakota.jpg|thumb|left|230px|Oljuvinnan skapar nógv arbeiðspláss; Norðurdakota hava lægsta arbeiðsloysi í USA.]]
Oljuvinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Norðurdakota. Hóast Norðurdakota hevur verið eitt olju- og gassland í skjótt hálvthundrað ár <ref>http://www.thingstodo.com/states/ND/history.htm</ref>, so verða framhaldandi funnin nýggjar olju- og gassleiðir <ref>{{cite news|title=Oil Fuels Population Boom in North Dakota City|url=http://online.wsj.com/article/SB10001424052702304072004577328100938723454.html?mod=googlenews_wsj|first=Jack|last=Nicas|newspaper=Wall Street Journal|accessdate=17 April 2012|date=6 April 2012}}</ref><ref>{{cite news|title=North Dakota Oil Boom Brings Blight With Growth as Costs Soar|url=http://www.bloomberg.com/news/2012-01-25/north-dakota-oil-boom-brings-blight-with-growth-as-costs-soar.html|first=Jennifer|last=Oldham|accessdate=17 April 2012|newspaper=Bloomberg|date=25 January 2012}}</ref>. Týðandi nøgdir av olju og gassi eru enn í Norðurdakota, og møguleiki er fyri at framleiðast kann í yvir 20 ár afturat.
 
Alsamt fleiri og fleiri amerikanarar‎ í Dakota velja sær arbeiði í olju. Vinnan skapar nógv arbeiðspláss; einki annað land hevur so lágt arbeiðsloysi sum Norðurdakota. Arbeiðsloysið í januar 2014 var 2.6 % <ref>http://247wallst.com/economy/2013/12/23/north-dakota-unemployment-rate-drops-to-2-6/</ref>. Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin; hetta bæði tí at arbeiðsmøguleikarnir í Norðurdakota eru veksandi og arbeiðsloysið minkandi, men eisini tí at talan er um sera væl lønt og væl skipað størv. Arbeiðsloysið er lágt og lækkar. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum, og samlaðu lønargjaldingarnar vaksa. Í kjalarvørrinum á altjóða búskaparkreppuni, sum brast á í New York í 2008, hava Norðurdakota veruliga fingið fótafestið aftur. Hagtalsgrunnurin Bureau of Labor Statistics almannakunngjørdi í 2014, at í miðal er arbeiðsloysið í teimum 50 USA londum 6.7 % <ref>http://data.bls.gov/timeseries/LNS14000000</ref>; Rhode Island (9.1 %) og Nevada (8.8 %) hava hægsta arbeiðsloysi, meðan Norðurdakota (2.6 %), Suðurdakota (3.6 %) og Nebraska (3.6 %) hava tað lægsta.
* [[USA|Sambandsríki Amerika]]
 
== Keldur ==
<references/>
 
{{USA}}