Munurin millum rættingarnar hjá "Brúkarakjak:EileenSanda"

2.321 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
(→‎Eg komi...: Spørsmål om wpinfo)
::Jag undrade om någon på museet skulle kunna hjælpa till med att få rætt færøiska ord før arter, slækten och så vidare før djur. Han skulle høra med en kollega och återkomma i kvæll (vi skall "fara upp å golv" på Klubbi hær i Havn, och han tænker också komma). Om de sæger "ja", så tænkte jag råda dem att kontakta dig, om de vill få en førklaring av hur man lægger upp texter på Wikipedia, kategoriserar och så vidare. Ær detta OK?
::Med vænlig hælsning, [[Brúkari:JoergenB|Jörgen B]][[Brúkarakjak:JoergenB|<small>''(Tú kanst svara á føroyskum)''</small>]] 28. feb 2014 kl. 09:13 (UTC)
::: Hey Jørgen (eg havi heldur onki svenskt ø), tit sungu sera væl í útvarpinum :) Edd ð plagar at vera beint við enter knappin, til høgru fyri å. Føroyska knappaborðið manglar tíverri hasir prikkarnar, ið man brúkar á svenskum, íslendskum og týskum. Ná, hevði hann aldri hoyrt um at tað finst ein føroysk Wikipedia? So kann hann ikki brúka Google ella aðrar leitiskipanir serliga nógv... eg finni í hvussu so er ofta greinar á føroysku Wikipediu, tá eg leiti á Google. Føroyka Wikipedia verður ikki nevnd nakað serligt í føroydsku fjølmiðlunum, men eg síggi, at føroyskir journalistar ofta brúka hana, og einaferð, haldi tað var næstseinasta summar, tá skrivaði Dimmalætting eina nokk so stóra grein um føroysku Wikipediu, og ein mynd av mær kom á forsíðuna við heitinum "Hon skrivar føroysku Wikipediu" ella okkurt sovorði, hihi, sum um eg einsamøll skrivi alt, tað er so langt ífrá :) Eg royndi at greiða frá um brúkaran Nicely, sum eisini hevur skrivað sera nógv og um brúkaran Quackor, sum var ein av stovnarunum av føroysku Wikipediuni, men blaðmaðurin valdi so at taka støði í mær og gjørdi samrøðu við meg. Síðan tá havi eg onkuntíð fingið viðmerkingar frá fólki um at eg skrivi á Wikipedia, og unkuntíð hevur onkur spurt, um eg kann rætta okkurt, sum er komið skeivt fyri á føroysku Wikipediuni, tey spyrja fyrst, "Er tað ikki tú, ið skrivar føroysku Wikipediu?", og eg svari "Øh, jú, eisini, men ein og hvør kann skriva og rætta har", men sjálvandi kann eg rætta tað ið eg verið biðin um at rætta, um fólk ikki tora í holt við tað sjálvi (tað er ikki hent ofta, bara nakrar fáar ferðir). Eg haldi, at tey yngru fólkini kenna betri til føroysku Wikipediu, enn tey eldru gera, men tað veit eg sjálvandi ikki við vissu.
::: Ja, tey frá Tjóðsavninum kunnu gott spyrja meg um vegleiðing um at bólka (kategorisera) osfr. ella kunnu tey senda mær listar yvir tað ið tú bað um, so kann eg royna at seta tað inn. Tey kunnu skriva her á kjaksíðuna ella ringja til mín.
::: Tú mást hava eitt gott og hugnaligt kvøld í Havnar Klubba við massar av føroyskum dansi :) Vh. Eileen [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 28. feb 2014 kl. 09:59 (UTC)