Munurin millum rættingarnar hjá "Beijing"

Content deleted Content added
Linja 30:
 
== Dálking ==
[[Mynd:Factory_in_China.jpg|thumb|left|220px250px|Luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er so umfatandi, at heilsuvandi er fyri íbúgvarnar í milliónabýnum.]]
Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd <ref>http://www.theguardian.com/world/2014/feb/13/china-beijing-pollution-hazardous-report</ref>. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.