Munurin millum rættingarnar hjá "Beijing"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Merki: Mobilskriving
Linja 27:
=== Ófriður ===
 
Í [[1989]] savnaðust hundraðtúsundtals studentar á [[Tian'an-men-torginum]] (''Himmalfriðartorginum'') í miðbýnum í Beijing at vísa ónøgd sína við myndugleikarnar í [[Kina]] og krevja fólkaræðiligar nýskipanir. [[Kina|Kinverska]] stjórnin sendi herin at steðga mótmælistiltøkunum. Hildið verður, at eini 1000 fólk doyðu, tá ið herurin legði uppí.
 
== Dálking ==
 
Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd <ref>http://www.theguardian.com/world/2014/feb/13/china-beijing-pollution-hazardous-report</ref>. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.
Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast <ref>http://news.xinhuanet.com/english/china/2014-02/12/c_133110186.html</ref>.
 
Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Beijing. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing.
Fyrra hálvár í 2014 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2013. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina.
Í januar í 2014 var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, [[WHO]] <ref>http://m.huffpost.com/us/entry/4134226/</ref>.
 
== Vinarbýir ==