Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Content deleted Content added
Linja 85:
 
=== Ídnaður ===
[[Mynd:Vintage Omega Speedmaster 145.012-67Rolex_deepsea.jpg|thumb|right|250px|Menn hava í øldir á Sveisar Háslættanum íðkað handaverkið ursmíð.]]
Kol og jarn er ikki í Sveis, men kortini eru nógv ídnaðarvirkir. Tað, teir gera, er mest vara, sum lítið tilfar fer til, men sum er putlut at gera. Til dømis eru nógvar ursmiðjur, og sveisisku urini eru viðgitin fyri góðsku og verða seld um alla verðina. Læknatólum og heilivági gera teir eisini nógv av, somuleiðis sjokoladu. Klædnaídnaðurin stendur frammarlaga. Sum vit síggja á kortinum, er Sveis mitt inni á meginlandinum, og vit kundu tí hildið, at landið eigur eingi skip, uttan tey sum sigla á Rín og vøtnunum í sjálvum landinum, men so er ikki, yvir 50 sveisisk farmaskip sigla á stórhøvunum. Verksmiðjurnar og tokini við ganga við elmegi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir, og el-verkini eru so mong, at ikki bert landið sjálvt er hjálpið, men tað kann selja nógvan streym til onnur lond. Stívur helmingurin av fólkinum í Sveis livir av ídnaði, hóast hvørki finst jarn, kol ella annar málmur í jørðini. Tann nógvi elstreymurin, sum teir framleiða við vatnmegini, fær teimum tey túsundtals ídnaðartólini at ganga. Teir gera til dømis skógvar, medisin, sjokulátu og klædnavørur. Teir eru heimsgitnir fyri at gera góðar ostar, góð silkipløgg og góð ur.
 
Um ár 1800 vóru í [[Genève]] fleiri hundrað ursmiðir, sum árliga gjørdu 14 000 gullur og 45 000 silvurur. Í fjallabygdunum høvdu menn ursmíð til vetrararbeiði, og har runnu upp sannar ursmíðbygdir, har ursmíð var hvørsmans yrki. Sveisaraurini vórðu seld um allan heimin. Men um ár 1850 fóru menn í [[USA]] at gera ur við maskinu. Tey maskingjørdu urini vóru nógv bíligari enn tey hondgjørdu. Men sveisararnir góvust ikki, tí um 1870 gjørdu teir í Genève tað fyrsta urvirkið. Síðani eru bygd ein mongd av urvirkjum bæði á bygd og bý í Sveis, og tað gamla urhandaverkið er skift um til urídnað. Tey mongu smáu urvirkini úti á bygdunum gera hvør sín serlutin til urini. Serlutirnir verða sendir til savningarvirkini. Har sita virkisursmiðirnir í longum røðum og seta saman, hvør setir sín lutin í, til urið er liðugt. Og so út á marknaðin. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis [[Stóra Bretland|Bretlandi]], [[Japan]], [[USA]] og [[Týskland]]i, so eru tað tó tey sveisisku urini, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt. Árliga koma í millióntali av maskingjørdum urum út á marknaðin, men tó hevur eitt handilsfelag í Sveis hondgjørd ur at selja, men tey kosta 10 ferðir so nógv sum tey virkisgjørdu.
 
=== Handil ===