Munurin millum rættingarnar hjá "Abkasia"

Content deleted Content added
No edit summary
søga
Linja 30:
 
Politiska støðan hjá landinum er umstrídd. Stórur meiriluti av heimsins londum viðurkenna Abkasia sum eitt sjálvstýrandi lýðveldi í Georgia. Síðan hin 26. august 2008 hevur [[Russland]] tó viðurkent landið sum sjálvstøðugt ríki, tað sama hava hesi lond eisini gjørt: [[Nicaragua]],<ref>http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=2318918</ref>, [[Venezuela]].<ref>http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=3090227</ref> og [[Nauru]]<ref>http://www.nytimes.com/2009/12/16/world/europe/16georgia.html</ref> Abkasia er de facto sjálvstøðugt frá Georgia, eftirsum fyrrverandi stjórnin er í eksil í Georgia og ikki fær stýrt Abkasia. Abkasia fevnir um eina vídd á 8&nbsp;665&nbsp;km² og hevur umleið 178&nbsp;000 íbúgvar sambært georgiskum fólkateljingum í 2005. Høvuðsstaðurin er [[Suchumi]] (tann georgiska lutalýðveldisstjórnin hevði fyrr sína basu í [[Tjchalta]] meðan separatiststjórnin stýrdi Suchumi). Abkasia hevur mark móti norði og útnyrðingi til [[Karatjaja-Tjerkessia]] og [[Krasnodar kraj]] í [[Russland]]i og í eystri til tann georgiska landslutin [[Megrelia-Ovara Svanetia]]. Almenn mál eru [[abkasiskt]] og [[georgiskt]] sambært tí sjálvstýrandi georgisku lutalýðveldinum, men abkasiskt og russikt sambært tí separatisiska lýðveldinum.
 
== Søga ==
 
=== Fornaldarsøga ===
Frá 800- til 500-talinum á.Kr. var tað sum nú er Abkasia ein partur av tí forna georgiska ríkinum [[Kolkis]]. Í fornøldini stovnaðu grikskir handilsmenn havnir við Svartahavsstrondina, har ein teirra, ''Dioskurias'', seinni mentist til dagsins [[Suchumi]]. [[Romverjaríkið]] vann Kolkis frá [[Mithridates VI Eupator]] av [[Pontos]] undir fyrstu øld e.Kr. og hersetti býin til 300-talið,tá ið økið í ávísan mun fekk sjálvstøðu, sjálvt um tað var innan áhugamálini hjá [[Bysantinska ríkið|Bysantinska ríkið]].
 
Ein metropolittur, tvs. kirkjuligur leiðari, av Pitius ([[Pitsunda]]) luttók í kyrkjufundinum í Nicaea (dagsins Iznik) ár 325, men Abkasia gjørdist ikki kristið í síni heild fyrr enn í 6. øld, av [[Justinianus I]] keisara. Abkasia gjørdist eitt sjálvstýrandi fúrstadømi í [[Bysans]] í 600-talinum og helt fram við tí til 780-árini, tá Kongadømið Abkasia varð sett á stovn. Ár 1001 sameindi kongurin [[Bagrat III]] Abkasia og Georgia í eitt sameint georgiskt kongsríki. Í 1570-árunum var hetta økið hertikið av [[Osmanska ríkið|Osmanska ríkinum]], og undir tí stýrinum vóru tað mong, ið skiftu trúgv til islam. Osmanarnir stovnaðu eitt sjálvstýrandi fúrstadømi í Abkasia undir Sjervasjidzeríkinum.
 
== Fyrisitingarligar eindir ==