Munurin millum rættingarnar hjá "Abkasia"

Content deleted Content added
No edit summary
meira tekst
Linja 29:
'''Abkasia''' ([[abkasiskt]]: Аҧсны, ''Aṗsny''; [[georgiskt mál]]: აფხაზეთი, ''Apchazeti''; [[russiskt mál]]: Абхазия, ''Abchazija'') er eitt landaøki í vestara [[Kaukasus]] millum Stóra Kaukasus í norði og [[Svartahavið]] í suðri.
 
Politiska støðan hjá landinum er umstrídd. Stórur meiriluti av heimsins londum viðurkenna Abkasia sum eitt sjálvstýrandi lýðveldi í Georgia. Síðan hin 26. august 2008 hevur [[Russland]] tó viðurkent landið sum sjálvstøðugt ríki, tað sama hava hesi lond eisini gjørt: [[Nicaragua]],<ref>http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=2318918</ref>, [[Venezuela]].<ref>http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=3090227</ref> og [[Nauru]]<ref>http://www.nytimes.com/2009/12/16/world/europe/16georgia.html</ref> Abkasia er de facto sjálvstøðugt frá Georgia, eftirsum fyrrverandi stjórnin er í eksil í Georgia og ikki fær stýrt Abkasia. Abkasia fevnir um eina vídd á 8&nbsp;665&nbsp;km² og hevur umleið 178&nbsp;000 íbúgvar sambært georgiskum fólkateljingum í 2005. Høvuðsstaðurin er [[Suchumi]] (tann georgiska lutalýðveldisstjórnin hevði fyrr sína basu í [[Tjchalta]] meðan separatiststjórnin stýrdi Suchumi). Abkasia hevur mark móti norði og útnyrðingi til [[Karatjaja-Tjerkessia]] og [[Krasnodar kraj]] í [[Russland]]i og í eystri til tann georgiska landslutin [[Megrelia-Ovara Svanetia]]. Almenn mál eru [[abkasiskt]] og [[georgiskt]] sambært tí sjálvstýrandi georgisku lutalýðveldinum, men abkasiskt og russikt sambært tí separatisiska lýðveldinum.
 
== Fyrisitingarligar eindir ==
[[Mynd:División administrativa de Abjasia.png|200px|thumbnail|Spanskt kort yvir tær fyrisitingarligu eindirnar í Abkasia. Býti er eins og tað var, tá Abkasia var partur av Sovjetsamveldinum.]]
 
== Keldur ==