Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Linja 284:
Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk búgva í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarliður og íðnaðarligur miðdepil í landinum.
 
Í 2004-2014 hevur virðisøkingin í Norðurnoregi verið tvær ferðir størri enn nakra aðrastaðni í landinum. Í Norðurnoregi hevur tann árligi vøksturin verið 9 prosent ímóti 1,5 prosenti longri suðuri í landinum. Vinnugreinarnar, sum hava givið Norðurnoregi so stóran fyrimun, eru olja og gass, fiskivinna og aling, sjóvinna, flutningur og námsvinna. Hetta kemur fram í einari frágreiðing, um greiningarfyritøkan Oslo Economics og norska reiðarafelagið Rederiforbundet hava skrivað í februar 2014 eftir at hava kannað virðisøkingina í teimum norðastu økjunum í arktisku londunum [[Noreg]]iNoregi, [[Kanada]], [[USA]] og [[Russland]]i. Kanningin vísir eisini, at virðisøkingin í Norðurnoregi hevur verið størri enn í norðurøkjunum í hinum londunum <ref>http://www.vg.no/nyheter/innenriks/artikkel.php?artid=10145261</ref>.
 
=== Landbúnaður ===