Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 280:
Sum heimsins fimtistørsti oljuframleiðari er Noreg á 23. plássi millum heimsins týdningarmestu [[Búskapur|búskapir]]. Strondin í Noregi er long, og sjógvurin hevur altíð havt stóran týdning. Nógv tættbygd pláss eru á vesturstrondini og í Tróndaløgum. Jarðgass og [[olja]] hava stóran týdning hjá teimum, sum búgva á vesturstrondini. Og flest øll í Norðurnoregi liva av fiskavinnu. Arbeiðsplássini í bæði fiskivinnuni og landbúnaðinum eru nógv fækkað seinastu árini. Nú arbeiðir bara 30. hvør norðmaður í hesum vinnum. Tað eru 2,9 % <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/no.html</ref>.
 
Tá ið komið varð fram á [[Olja|olju]] og [[gass]] í [[Norðsjónum]] í [[1969]], hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta [[Olja|oljuland]] í [[Evropa]]. Mong túsund fólk starva í [[Olja|oljuvinnuni]], annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera til dømis skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í [[Evropa]] meginpartin av oljuni og gassinum. Mong fólk arbeiða í ídnaðinum, týðandi vinnuvegir eru skipasmíð, námsvinna og oljuvinna.
 
Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk búgva í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarliður og íðnaðarligur miðdepil í landinum.
 
Í 2004-2014 hevur virðisøkingin í Norðurnoregi verið tvær ferðir størri enn nakra aðrastaðni í landinum. Í Norðurnoregi hevur tann árligi vøksturin verið 9 prosent ímóti 1,5 prosenti longri suðuri í landinum. Vinnugreinarnar, sum hava givið Norðurnoregi so stóran fyrimun, eru olja og gass, fiskivinna og aling, sjóvinna, flutningur og námsvinna. Hetta kemur fram í einari frágreiðing, um greiningarfyritøkan Oslo Economics og norska reiðarafelagið Rederiforbundet hava skrivað í februar 2014 eftir at hava kannað virðisøkingina í teimum norðastu økjunum í arktisku londunum [[Noreg]]i, [[Kanada]], [[USA]] og [[Russland]]i. Kanningin vísir eisini, at virðisøkingin í Norðurnoregi hevur verið størri enn í norðurøkjunum í hinum londunum <ref>http://www.vg.no/nyheter/innenriks/artikkel.php?artid=10145261</ref>.
 
=== Landbúnaður ===