Munurin millum rættingarnar hjá "Ukraina"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Ukraina''' ella '''Ukreina''' ([[Ukrainskt mál|ukrainskt]]: ''Україна'' ella ''Ukrajina'') er land í [[Evropa|Eysturevropa]]. Tað hevur mark við [[Russland]], [[Hvítarussland]], [[Pólland]], [[Slovakia]], [[Ungarn]], [[Rumenia]], [[Moldova]], ikki-alment viðurkenda landið [[Transnistria]] og [[Svartahavið]]. Landið lýst seg sjálvstøðugt í [[1991]].
 
== Søga ==
 
Í [[1986]] var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í [[Tjernobyl vanlukkuna|Tjornobylj]]. Geislavirkin evni vórðu spjadd víða um og gjørdu skaða á fólk, djór og umhvørvið, bæði í, men eisini uttanfyri landið.
 
Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] (1922–1991). Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í [[1991]], hava viðurskiftini við Russland verið vánalig, serliga tí, at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur skip og vápn, ið vóru samogn í [[Sovjetsamveldið|Sovjettíðini]].
 
== Politikkur ==
 
=== Uppreistur ===
 
Harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í Kiev í februar 2014. Síðani november 2013 hava fólk mótmælt sitandi forsetanum í Ukreina. Støðan er spent í Ukreina, og stúrt verður fyri, at ófriðurin millum andstøðuna og stjórnardeildir, sum hevur verið í høvuðsstaðnum fer at breiða seg til aðrar býir, og at tað endar við borgarakríggi. Tað byrjaði í november 2013, tá sitandi forsetin [[Viktor Janukovitsj]] valdi at lata vera við at skriva undir eina avtalu við [[ES]]. Avtalan, sum nógv hildu fór at slóða fyri ukrainskum ES-limaskapi, var klár at skriva undir, men í evstu løtu bakkaði forsetin út. Janukovitsj sá út til at vera fyri avtaluni, men trýst úr Russlandi fekk forsetan at hálsa um, og fyri hann hevði tað størri týdning at vera væl við [[Vladimir Putin]] enn at førka Ukreina nærri Vesturevropa og USA. Hetta hevur fingið øði í fólk, sum halda, at tættari samstarv við bæði USA og ES hevði gagnað vanliga ukrainanum nógv meir enn samstarvið við [[Russland]], og tey siga, at Janukovitsj bara arbeiðir fyri tey ríku í landinum <ref>http://www.bbc.co.uk/news/world-middle-east-26248275</ref>.
 
Fyri tað mesta hava mótmælini verið friðarlig, men 1. januar 2014 gjørdust tey harðligari, tí Janukovitsj fyri at steðga mótmælunum setti eina lóg í gildi, sum segði, at øll mótmælistiltøk skulu góðkennast av stjórnini, og at brot á lógina kann revsast við upp í tíggju ára fongsli. Lógin segði millum annað eisini, at fólk, sum møttu upp til mótmælini við maskum ella í hjálmi, skuldu fáa stórar bøtur. Nógv halda, at stjórnin við hesum vil skerja teirra rættindini, og eftirhondini er mótstøðan ikki bert ein rørsla fyri [[ES]]-limaskapi, men ein rørsla ímóti sitandi stjórnini, sum eisini verður løgd undir at vera korrupt. Sagt verður frá, at løgreglan fer harðliga fram móti mótmælisfólkum, og píning og eyðmýking av tiknum mótmælisfólkum er gerandiskostur. Tað er servanda løgregluliðið Berkut, sum hoyrir undir innlendisráðið, ið hevur til uppgávu at hava eftirlit við stórum mannamúgvum. Berkut er tiltikið fyri at brúka harðskap til at røkja sína uppgávu, og [[Amnesty International]] hevur longu heitt á myndugleikar um at kanna søgur um óneyðugan harðskap frá Berkut í sambandi við mótmælini. Amerikanski varaforsetin [[Joe Biden]] hevur tosað í telefon við Janukovitsj í februar og hevur heitt inniliga á hann um ikki at brúka harðskap til at steðga mótmælunum. Sambært USA hevur ukrainska stjórnin eina ábyrgd av at loysa spenningin millum partarnar <ref>http://www.foxnews.com/world/2014/02/20/timeline-key-events-in-ukraine-protests/</ref>.
 
== Landafrøði ==