Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Linja 91:
 
Russland hevur verið í heimsins miðlum í 2013, tí samkynd og transpersónar ofta verða illa viðfarin í landinum. Í [[St. Pætursborg]] og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av [[samkyndleiki|samdkyndleika]]. <ref>http://www.gaysir.no/artikkel.cfm?CID=15219</ref> Grundgevingin fyri tí lógini var, at hon skal verja ung og børn.
 
=== Arktis ===
 
Í januar 2014 gav [[Vladimir Putin]], forseti, boð um, at russiska verjan skuldi styrkja sína støðu í [[Arktis]]. Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at skipa eina hernaðarliga miðstøð í Arktis, og málið við tiltakinum er at verja landsins arktisku áhugamál. Tann nýggja miðstøðin verður sett saman av einari herskipadeild, einari herdeild, sum serliga verður útgjørd til arktiska krígsførslu, einari loftverjudeild og so nøkrum bygningum, sum skulu hýsa umsitingarligum uppgávum. Herskipadeildin skal hava ábyrgdina av at verja tey russisku áhugamálini í Arktis so sum farmasigling, fiskiskap, [[Olja|olju]] -og gassleiðir og landsins mark norðanfyri <ref>http://thediplomat.com/2014/02/russia-to-establish-arctic-military-command/</ref>.
 
== Herurin ==