Munurin millum rættingarnar hjá "Fámjin"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 14 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q932433 (translate me)
No edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Fámjin''' liggur mitt á vestursíðuni á [[Suðuroy]]nni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir [[Gluggarnir|Gluggunum]] (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti [[Froðba|Froðbiar]] sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti [[Hov]]i, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti [[Vágur|Vági]]. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra [[Kirkjuvatn]]. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá [[Hagstova Føroya|Hagstovuni]] í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin, og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í [[Fámjins kommuna|Fámjins kommunu]], sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt.
'''Fámjin''' liggur mitt á vestursíðuni á [[Suðuroy]]nni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her.
 
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er [[grindavág]]. 24 [[mørk|merkur]] í [[jørð]] eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 [[gyllin]] [[kongs]]. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon lat aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd.
Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir [[Gluggarnir|Gluggunum]] (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti [[Froðba|Froðbiar]] sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti [[Hov]]i, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti [[Vágur|Vági]]. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra [[Kirkjuvatn]].
 
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er [[grindavág]].
 
24 [[mørk|merkur]] í [[jørð]] eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 [[gyllin]] [[kongs]]. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon lat aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd.
Fámjin er ein av føroysku bygdunum, sum fyrstu ferð verður nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]], sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400.<ref>[http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152 Heimabeiti.fo, Hvussu gomul er bygdin]</ref>
 
== Navnið ==
 
Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt '''Vesturvík''', men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum [[Frakland|fronskum]] skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa:
:''femme mien, femme mien!''
Line 28 ⟶ 25:
 
== Kirkjan ==
[[File:FámjinMynd.11.jpg|250px|thumb|Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy]]
[[Mynd:Fámjin kirke.jpg|250px|thumb|[[Fámjins kirkja]]]]
[[Fámjins kirkja]] er bygd í [[1876]], hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, [[Merkið]], sum [[Jens Olivur Lisberg]] ([[1896]]-[[1920]]) úr Fámjin gjørdi í [[1919]] saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin [[22. juni]] 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein [[rúnasteinur]], funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Kirkjan undan hesari varð bygd í [[1826]], í miðøld skal hava verið [[bønhús]] í Fámjin.
 
== Best røkta bygd ==
 
Fámjin hevur tvær ferðir fingið heiðurin "Best røkta bygd". Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum Umhvørvisstovan, Visit Faroe Islands, Agenda 21 Stovan og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag skipa fyri í felag. Fámjin vann heiðurin í 2006<ref>[http://www.hfs.fo/pls/portal/PORTAL.wwv_media.show?p_id=1524574&p_settingssetid=42480&p_settingssiteid=33&p_siteid=33&p_type=basetext&p_textid=1524575 HFS.fo]</ref> og aftur í 2010.<ref>[http://www.us.fo/Default.aspx?ID=5496&M=News&PID=7480&NewsID=3142&CATID=28 US.fo]</ref>