Munurin millum rættingarnar hjá "Shirley Temple"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Little Princess 4.JPG|thumb|right|200px|Shirley Temple í ''The Little Princess'']]
'''Shirley Temple''' (fødd 23. apríl 1928 í [[Los Angeles]], deyð 10. februar 2014 í [[San Francisco]]), seinni kend sum '''Shirley Temple Black''', var ein [[USA|amerikonsk]] sjónleikarinna, songkvinna, dansari og fyrrverandi umboðsmaður (ambassadørur) fyri [[GhanaGana]] og Kekkoslovakia. Hon verður av mongum mett at vera kendasti barnasjónleikarin í søguni.
 
Temple varð fødd í [[Santa Monica]] í [[Los Angeles]], [[Kalifornia]]. Shirley TempleHon varð fødd 23. apríl í 1928 og longu í 1932 var hon við í sínum fyrsta filmi. Tvey ár seinni var hon sum seks ára gomul við í sangleikinum ”Bright Eyes,” ið varð gjørdur beinleiðis til hana at spæla. Ein av fyrstu leiklutum hennara var í sangleikinum frá 1934, sum hon eisini vann ein [[Oscar]] fyri. Hon hevur spælt við í eini røð av filmum í 1930-árunum, og var ein av størstu stjørnunum tá í tíðini. Hon gavst við filmskarrieruni tá hon var fyrst í 20'unum. Seinni spældi hon onkran leiklut í sjónvarpi, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Sum hon bleiv eldri, minkaði undirtøkan fyri henni. Í 1949 spældi hon sín seinasta film, og í desember 1950 boðaði hon frá, at hon ikki fór at spæla fleiri filmir. Í 1969 umboðaði hon USA í ST, og seinni bleiv hon amerikansk sendikvinna í Gana (1974-76) og Kekkoslovakia (1989-92). Tá Temple var 16 ára gomul, giftist hon [[John Agar]], sjónleikara, sum hon fekk eina dóttir við. Tey vóru seinni skild, og í 1950 giftist hon handilsmanninum [[Charles Alden Black]], sum hon fekk tvey børn við.
 
Seinni fekk hon sína egnu sjónvarpssending, og hon royndi seg eisini í politikki. Hon gjørdist politiskt virkin og gjørdist limur í [[Republikanski Flokkurin|Republikanska flokkinum]]. Í 1967 var hon uppstillað til valið til [[Kongressin (í USA)|kongressina]], men bleiv ikki vald. Í staðin fekk hon fleiri diplomatuppgávur, og luttók eitt nú í fleiri altjóða ráðstevnum og fundum, sum tann útsendi hjá USA. Í 1976 gjørdist hon eisini ''chief of Protocol'' hjá USA og hevði í hesum starvi ábyrgdina fyri øllum hátíðarhaldum hjá USA, útlendskum gestum, gávum til gestir hjá forsetanum, og skuldi fylgjast við forsetanum á uttanlandaferðum hansara. Temple var eisini nevndarlimur í fleiri stórum fyritøkum, eitt nú [[Disney]] og [[Del Monte]]. Í 1998 fekk hon heiðurin [[Kennedy Center Honors]].
 
==Filmar==