Munurin millum rættingarnar hjá "Ólavur Jakobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''Ólavur Jakobsen,''' f. [[1964]], er ein føroyskur tónleikari, hann er kendu lista- og tónleikarafamiljuni av Kamarinum í [[Tórshavn|Havn]]. Ólavur er fyrrverandi formaður í LISA (Listafólkasamband Føroya).<ref>[http://www.lisa.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=8&Itemid=4 Lisa.fo]</ref>
 
== Lívsleið ==
Linja 9:
Ólavur var ársskeiðið 93/94 í [[Frakland|Frankaríki]]. Hann var næmingur í París hjá franska gittarleikaranum [[Roland Dyens]].
 
Hann var í 2005 ein av teimum, ið formliga var við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar rútmiskar og klassiskar tónleikarar og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á [[Føroya Musikkskúli|Føroya Musikkskúla]].<ref>[http://www.tm.fo/olavur+jacobsen.html TM.fo]</ref> og hava fleiri av hansara næmingum traðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. [[Ragnar Olsen]], [[Benjamin Petersen]], [[Alvi Joensen]] og [[Maria Olsen]].
 
Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við nógvum føroyskum solistum og orkestrum m.a. [[Nicolina av Kamarinum|Nicolinu av Kamarinum]], [[Hanus G. Johansen]], [[Føroya Symfoniorkestur|Føroya Symfoniorkestri]] og [[Aldubáran|Aldubáruni]]. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu [http://www.michalapetri.com Michalu Petri] og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt.
Linja 22:
Ólavur gav út sína fyrstu solofløgu við guitarspæli í November 2012. Útgávan kom út hjá Plátufelagnum Tutl og er ætlað altjóða marknaðinum. Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara.
 
Aðrir ið hava skriva tónleikin eru [[Sunleif Rasmussen]], Kári Bæk og [[Kristian Blak]]. Harumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá [[Jógvan Waagstein]] og [[William Heinesen]]. Eisini Kingolagið ”Vaag op og slae paa dine Strenge” er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj. Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings. <ref>[http://aktuelt.fo/grein/olavur_jakobsen_ger_flogu_til_altjda_marknain Aktuelt.fo, Ólavur Jakobsen ger fløgu til altjóða marknaðin]</ref>

Fløgan hevur fingið framúr ummæli uttanlands og eru flestøll gittartíðarrit á einum máli um, at Ólavur og framførslur hansara eru tónlistarliga á hægsta, altjóða stigi. [http://www.olavurjakobsen.com/events.htm Les ummæli]
 
== Aldubáran ==
Line 79 ⟶ 81:
*Føroyskt umboð í Nordisk Råds Musikpris (2007/09) www.norden.org
*Tónleikaraumboð í fyrstu úrtøkunevndini (2007-08) í Listaleypinum www.nlh.fo
*Formaður í Listafólkasamband Føroya, LISA, starvsnevndarlimur síðan 2010, formaður 2012-13.<ref>[http://www.lisa.fo Listafólkasamband Føroya (LISA)]</ref>
*Nevndarformaður og dagligur leiðari í tónleikabólkinum [[Aldubáran|Aldubáruni]], (1998-2005)
*Ein av stigtakarunum til og samskipari (2005-) av Musikkskúla Miðnámi, ið er fyrireikingarskeið til hægri lesnað fyri evnaríkar tónleikarar. www.tm.fo