Munurin millum rættingarnar hjá "Politikkur í Føroyum"

Content deleted Content added
Linja 26:
== Fakfeløg ==
 
Fólk sum arbeiða, eru sum oftast limir í einum [[fakfelag]]. Fremsta uppgáva hjá fakfeløgum, er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá limunum. Tað er bæði tá tað snýr seg um løn, eftirløn, útbúgving, eftirlønfrítíð o.s.fr.
Fakfeløg kunnu eisini ávirka embætismenn og politikarar, um lógir skulu gerast, ið ávirka teirra økið. Fakfeløgini hava avtalur við tað almenna, kommunur og við privatar arbeiðsgevarar. Eitt vápn ið fakfeløgini onkuntíð brúka, tá ið tað ikki ber til at finna fram til nakra semju við at samráðast, er at fara í verkfall. Tá ið eitt fakfelag velur at fara í verkfall, so mugu tey sum eru limir í fakfelagnum ikki átaka sær nakað arbeiði ið er fevnt av verkbanninum. Tá fakfeløg samráðast við tað almenna, er tað við Fíggjarmálaráðið, sum umboðar landið, tað eru t.d. almennir stovnar. Arbeiðsgevarafeløg umboða arbeiðsgevarar, fyri kommunurar er tað Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF), ið førir samráðingar við fakfeløgini vegna kommunurnar.
Fakfeløg kunnu eisini ávirka embætismenn og politikarar, um lógir skulu gerast, ið ávirka teirra økið.
 
Fakfeløgini í Føroyum eru til dømis: [[Føroya Arbeiðarafelag]], [[Starvsmannafelagið]], [[Føroya Pedagogfelag]], [[Føroya Fiskimannafelag]], Sjúkrasystrafelagið, [[Havnar Arbeiðsmannafelag]], [[Havnar Arbeiðskvinnufelag]], Búskapar og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið, Havnar Handverkarafelag.
 
== Kommunurnar ==