Munurin millum rættingarnar hjá "Gerhard Lognberg"

Content deleted Content added
dagføring, er nú limur í Sambandsflokkinum
Linja 6:
== Koyrdur úr Javnaðarflokkinum ==
Hin 2. november 2013 varð limaskapurin hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum tikin frá honum. Hetta hendi á floksleiðslufundi, har eittans mál var á skránni, limaskapurin hjá Gerhardi Lognberg. Áðrenn fundin var áheitan komin frá 7 av 9 limafeløgum Javnaðarfloksins um at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi. Á fundinum vóru tað 27 ið atkvøddu fyri, 3 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.<ref>[http://www.in.fo/news-detail/news/gerhard-er-nu-koyrdur-ur-javnadarflokkinum/ In.fo, Gerhard er nú koyrdur úr Javnaðarflokkinum]</ref> Gerhard Lognberg er sostatt ikki limur í Javnaðarflokkinum longur, men gerst leysgangari í Løgtinginum, um hann ikki gerst limur í onkrum øðrum flokki.
 
== Limur í Sambandsflokkinum ==
Eftir at hava verið uttanflokkatingmaður í gott tríggjar mánaðar, gjørdist Gerhard limur í [[Sambandsflokkurin|Sambandsflokkinum]] og partur av tingmanningini hjá flokkinum.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/02/10/140210dvlogmadurgerhard Kvf.fo, Gerhard Lognberg er tingmaður fyri Sambandsflokkin]</ref> Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingmenn og gjørdist eins stórur hvat viðvíkur tingmannatali, sum Fólkaflokkurin, ið eisini telur 9 tingfólk. Hetta hendi fáir dagar eftir, at ein breið semja fekst í lag millum allir flokkar á Tingi og Gerhard, sum tá var uttanflokka, um at landið skuldi gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, soleiðis at byrjast skuldi í 2018 við Skálafjarðartunnilin og tá tað hann er boraður í gjøgnum, skal Sandoyartunnilin gerast, og eftir ætlan skal tað vera koyrandi undir Skopunarfjørð í 2021. Ein av orsøkunum til at Gerhard var koyrdur úr Javnaðarflokkinum var júst ósemja um Sandoyartunnilin, umframt ósemju um onnur mál eisini.
 
== Løgtingsnevndir ==
*2011- Limur í Rættarnevndini[[Rættarnevndin]]i
*2008-11 - Næstformaður í Rættarnevndini
*2004-08 - Limur í Vinnunevndini[[Vinnunevndin]]i
*2002-04 - Limur í Vinnunevndini
 
Line 19 ⟶ 22:
 
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Politikarar úr Sambandsflokkinum]]
[[Bólkur:Politikarar úr Javnaðarflokkinum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1950]]