Munurin millum rættingarnar hjá "Ólavur Jakobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 18:
Í dag er hann búsitandi í [[Hoyvík]].
 
Ólavur útgavgav út sína fyrstu solofløgu við guitarspæli í November 2012. Útgávan kom út hjá Plátufelagnum Tutl og er ætlað altjóða marknaðinum. Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara.
 
Aðrir ið hava skriva tónleikin eru [[Sunleif Rasmussen]], Kári Bæk og [[Kristian Blak]]. Harumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá [[Jógvan Waagstein]] og [[William Heinesen]]. Eisini Kingolagið ”Vaag op og slae paa dine Strenge” er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj. Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings. <ref>[http://aktuelt.fo/grein/olavur_jakobsen_ger_flogu_til_altjda_marknain Aktuelt.fo, Ólavur Jakobsen ger fløgu til altjóða marknaðin]</ref> Fløgan hevur fingið framúr ummæli uttanlands og eru flestøll gittartíðarrit á einum máli um, at Ólavur og framførslur hansara eru tónlistarliga á hægsta, altjóða stigi.
 
== Aldubáran ==