Munurin millum rættingarnar hjá "Angela Merkel"

Content deleted Content added
bólkar
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:AM Juli 2010 - 3zu4.jpg|thumb|right|250px|Angela Merkel í [[2010]].]]
'''Angela Dorothea Merkel''' (f. [[17. juli]] [[1954]] í [[Hamburg]]) er samveldiskanslari í [[Týskland]]i. Merkel er 5559 ár og útbúgvin [[alisfrøði]]ngur og hevur eina bergtakandi politiska lívsleið aftan fyri seg. Eftir at bæði [[Týskland|týsklondini]] runnu saman bað táverandi [[Týskland|týski]] ríkiskanslarin [[Helmut Kohl]] hana í [[1990]] taka við sum ráðharri í kvinnu- og ungdómsmálum. Og komandi árini fekk hon litið í hendi fleiri týðandi ráðharrasessir. Merkel, sum er afturvald til ríkiskanslara í [[Týskland]]i í [[2009]], hevur fyrsta fýraáraskeiðið í embætinum fingið ein móðurligan leiklut hjá [[Týskland|týska]] fólkinum. Sagt verður um Angelu Merkel, at hon leitar sær ráð í [[Bíblian|Bíbliuni]] og styrki úr eysturtýsku rótum sínum.
 
Merkel, fødd ''Angela Dorothea Kasner'', er fødd í [[Hamborg]] í [[1954]]. Pápin var lutherianskur prestur, og mamman var lærarinna í [[Enskt (mál)|eingilskum]] og [[Latín (mál)|latín]]. Hon vaks upp í [[DDR]], las fysikk og fekk doktaragrad í [[1986]]. Seinast í [[1980-árini|1980unum]] fór hon upp í politikk. Hon meldaði seg inn í [[CDU]] (Christlich Demokratische Union Deutschlands), og eftir stutta tíð bleiv hon ráðharri fyri kvinnur og ung, seinri fyri umhvørvi og atomtrygd. Í [[november]] [[2005]] bleiv hon kanslari í [[Týskland]]i – sum tann fyrsta kvinnan. Hon er eisini fyrsti kanslari úr fyrrv. [[DDR]] og yngsti kanslari og hevur sostatt sett fleiri met.