Munurin millum rættingarnar hjá "Merkur"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 172 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q308 (translate me)
No edit summary
Linja 2:
'''Merkur''' hevur sum [[Venus]], [[Mars (planet)|Mars]], [[Jupiter]] og [[Saturn]] altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið [[Pluto]] varð funnin í [[1930]] fekk Merkur ivasama heitið at vera næst-minsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í [[2006]] misti [[Pluto]] sína støðu sum gongustjørna og varð bólkaður av nýggjum í bólkin [[gongustjørudvørgar]], og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara [[Sólskipanin|sólskipan]]. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn [[Mánin]].
 
Merkur er næst [[sólin]]i. Lítil er hon, knappar 5 tús. km. í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara [[Mánin|mána]]. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru niðurdotnir á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella á lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hana er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum.
 
== Hagtøl ==