Munurin millum rættingarnar hjá "New York City"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
Linja 56:
=== Býarpartir ===
 
[[Mynd:Melrosebx1.JPG|thumb|Bronx]]
New York City hevur fimm býarpartar, sum eru [[Bronx]], [[Manhattan]], [[Queens]], [[Brooklyn]] og [[Staten Island]]. [[Bronx]] og [[Manhattan]] eru sunnari parturin av eini langari oyggj, og norðari parturin verður kallaður [[Long Island]], og er ikki partur av New York City. Eyðkent fyri miðbýin, [[Manhattan]], eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj millum áirnar [[Hudsoná|Hudson]] og [[Red River]].
 
Fólkið í býnum (8,3 mill, við útjaðarunum 19 mill) er ættað úr ymsum heraldshornum - har er ein býarpartur, [[Harlem]], við svørtum, ein við [[Kina|kinesum]], ein við [[Týskland|týskarum]], ein við [[Italia|italum]], o.s.fr. Húsini í teimum nýggju býarpørtunum eru stásilig, og har eru allir hentleikar, sum hugsast kunnu, men so eru eisini pláss í býnum, har ið fólkið búleikast í ússaligum hølum og livir í vánaligum korum.
 
Metroin bindur allan býin saman og ger tad sera lætt at ferðast frá einum enda til annan av býnum. Bussar koyra allan dagin og náttina við og eisini er gott toksamband til býir uttanfyri New York.
 
== Systurstaðir ==