Munurin millum rættingarnar hjá "Rúsdrekkasøla Landsins"

Content deleted Content added
Roard (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 30:
|Fótnota =
}}
 
Søgan
 
1991
Ásannandi at tíðin var komin til at fáa skipaði virðurskifti innan rúsdrekkasølu, legði landsstýrið í apríl 1991 uppskot fram, um nýggja rúsdrekkalóg. Stívliga eitt ár eftir, varð lógin samtykt av løgtinginum.
 
1992
Nýggja rúsdrekkalógin, løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992, um innflutning og sølu av rúsdrekka, hevur eina endamálsgrein, sum miðar ímoti at avmarka rúsdrekkanýtlsuna og minka um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið.
 
Høvuðsbroytingarnar í mun til gomlu lógina vóru:
 
Stovnsetan av Rúsdrekkasølu Landsins, sum hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka
Loyvi til útskeinkjan av rúsdrekka til hotel- og matstovuvirksemi
Lækkan av aldursmarkinum úr 20 niður í 18 ár
Avtøka av skamtan
Í lógini var eisini ásett, at eitt rakstraravlop, heilt ella partvíst, skuldi nýtast til fígging av upplýsandi virksemi, um skaðarnar við nýtslu av rúsdrekka og til viðgerð av rúsdrekkamisnýtarum.
 
Lógin varð stigvíst sett í verk í 1992. Á sumri 1992 varð stjóri, Dagmar S. Joensen, sett at taka sær av at seta Rúsdrekkasølu Landsins á stovn. Fyrstu skeinkiloyvini vórðu givin í juni, innflutningur og smásøla byrjaði 2. november 1992, sum eisini er dagurin vit halda føðingardag.
 
Rúsdrekkasøla Landsins varð stovnsett, og í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992, um rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins v.m, varð og er málið:
 
At skapa fortreytir fyri einari broyttari og harav minkandi nýtslu
At fylgja neyvt við og upplýsa um gongdina í nýtsluni
At veita eina tænastu við breiðum, fjølbroyttum og tíðarhóskandi úrvali og vøruupplýsing, so kundin hevur ein møguleika at meta um útboðið
At verða við í upplýsandi tiltøkum
Fyrsta harudag, 2. november í 1992, læt fyrsta sølubúðin upp, við Hoyvíksvegin 51, í Tórshavn og 15. desember 1992 í Bøgøtu 38, í Klaksvík
 
1993
Í 1993 lótu fýra nýggjar sølubúðir upp
21. juni á Drelnesi í Suðuroy
24. juni á Mølini í Skálavík
30. juni í Saltangará
5. juli í Heiðunum í Miðvági
 
Frá byrjan var øll søla yvir disk, tó undantikið í Saltangará, har man sum eina roynd hevði sjálvtøkubúð.
 
So við og við vórðu allar sølubúðirnar broyttar til sjálvtøkubúðir, og í dag eru allar deildir sjálvtøkubúðir.
 
1999
Í 1999 varð høvuðsgoymslan á Hoyvíksvegnum flutt niðan á Sandvíkarhjalla, har hon húsast enn í dag.
 
2007
Deildin í Saltangará flutti í nýggj høli á Heiðavegi.
 
2009
3. september 2009 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp handil í Miðlon við Hoyvíksvegin í Havn.
 
Orsøkin var, at bygningurin á Hoyvíksvegi 51 var so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið gav Rúsdrekkasøluni boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum.
 
Goymslan til handilin og fløskumóttøkan varð flutt í Grónbygingin á Staravegi.
 
2010
Kunngerð Nr. 19, um Skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, varð broytt soleiðis, at møguligt varð hjá Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardagar.
 
Fyrsti leygardagurin har møguligt varð at keypa í sølubúðum hjá Rúsdrekkasøluni var leygardagin tann 8. mai 2010.