Munurin millum rættingarnar hjá "Facebook"

Content deleted Content added
s Kelda
No edit summary
Linja 7:
Spælfyritøkan [[Zynga]] eigur fleiri av best dámdu [[Telduspæl|spølunum]], ið eru at finna á Facebook. Teirra millum eru [[FarmVille]], [[Mafia Wars]] og [[FishVille]].
 
[[Hollywood]] manuskripthøvundurin [[Aaron Sorkin]] (føddur [[9. juni]] [[1961]] í [[New York]], [[USA]]) ætlarhevur sær at geragjørt ein [[Filmur|film]] um stovnanina av Facebook, sum ber heiti "The Social Network."
 
Facebook verður nógv brúkt til at deila tíðindi við onnur við at leggja leinkjur til tíðindastubba á Facebook. Hetta kann ofta gerast við at trýsta á ein "Dámar" knøtt á tíðindasíðuni ella um tíðindasíðan hevur møguleikan fyri at deila leinkjuna, so er tað ein sera lættur máti hjá fólki at deila ein tíðindastubba, sum tey halda vera áhugaverdan. Facebook verður eisini nógv brúkt til at deila tónleikafilmar, skemtifilmar, ítróttarfilmar og aðrir filmar sum liggja á [[YouTube]]. Fólk leggja eisini myndir á Facebook og deila tær soleiðis við onnur. Til ber at velja, um bert vinir kunnu síggja myndirnar ella um øll kunnu síggja tær. Til ber at skriva í síni status linju, hvat ið ein hugsar, at bera onkur boð ella bara at siga góðan dagin o.s.fr. Onnur kunnu so gera viðmerkingar til boðini ella koyra tummilin upp, og soleiðis kunnu vinir hjá vinum fáa boðini eisini. Fleiri dømir eru um t.d. politikkarar sum hava skrivað okkurt óheppið antin á sín egna status ella sum viðmerking til status hjá onkrum øðrum, og eftirsum nógv fjølmiðlafólk eisini eru á Facebook, so fáa tey skjótt frænir av hesum og bera hetta sum tíðindi í útvarpi, sjónvarpi, bløðum ella á tíðinda heimasíðum.