Munurin millum rættingarnar hjá "Reyni Service"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
Reyni Service er ein bilasøla, í umboðar Toyta og Lexus.

== Søgan ==
{{Infoboks Fyritøka
|Heiti = Reyni Service
|Búmerki = [[Mynd:reyniservice.gif]]
Line 21 ⟶ 24:
|Egenogn =
|Vinnufelagsskattur=
|TalStarvsfólk =uml. 50
|Eigari =
Line 30 ⟶ 33:
|Fótnota =
}}
 
=== Byrjanin ===
Virksemið hjá Reyni fyritøkuni byrjaði í 1947 niðri í Rættará. Bygningurin var í trimum hæddum, har hvør hædd var um 60 fermetrar til støddar. Niðasta hæddin var bilverkstaður, mittasta hæddin maskinverkstaður, meðan ovasta hæddin var íbúð hjá Sigird av Reyni við familju, stovnara av fyritøkuni.
 
<small>Starvsfólk á Reyni Service, Sigird av Reyni uttast t.h.</small>
 
=== Umboð uppá Morris ===
Sigird, sum var elektrikari, arbeiddi í Danmark undir seinna heimsbardaga. Av tí at hugurin eisini lá til bilar, eydnaðist honum eftir samráðingar við DOMI at fáa umboðið uppá ensku Morris bilarnar í Føroyum.
 
<small>Ein sending av nýggjum Morris bilum stendur á keiini.</small>
 
=== Sigird bilasøluna um hendi ===
Fyrstu árini var Sigird sjálvur leiðari av øllum virkseminum, men av tí at hann eisini gjørdi EL installatiónir, valdi hann at lata Frits Jensen og Sverra Djúrhuus taka sær av verkstaðnum. Sjálvur tók hann sær av bilasøluni og goymsluni.
 
=== Fyrsta Buglu- og lakkverkstaðið í landinum ===
Fyritøkan í Rættará hevði ein serligan fyrimun fram um aðrar við tað, at Frits Jensen, eisini róptur Bugli Jensen, var tann einasti í Føroyum við útbúgving innan buglur og lakkering tá í tíðini.
 
=== Verkstaðið verður yvirtikið ===
Í 1969 yvirtók Eivind av Reyni verkstaðin í Rættará. Eivind var avlærdur hjá Frits Jensen, sum byrjaði virsemið í Gundadali fyrst í 60'inum, har Statoil støðin er í dag.
 
=== Nýtt Partafelag ===
Fyrst í 1973 stovnaðu Sigird, Eivind og Jóann av Reyni partafelagið P/F Reyni Service. Eivind gjørdist stjóri í nýstovnaða felagnum.
 
=== Flutt verður í nýggj hølir ===
Sum bilavirksemið mentist og meiri ferð kom á bilasøluna í 70'árunum, vóru tankar gjørdir um at finna annað hóskandi øki til fyritøkuna. Tað eydnaðist fyritøkuni at fáa eitt øki uppi í Hoyvík í 1976, og kundi Reyni Service flyta í nýggj hølir tann 6. mai 1978. Hetta var ein sera stór broyting frá tí, sum var frammanundan, samstundis sum nýggir møguleikar góvu seg til kennar undir nógv víðkaðu karmunum.
 
<small>Starvsfólkamynd frá 1983</small>
starvsfolk_stort.jpg(72 KB)
 
=== Frá Morris til Toyota ===
Reyni Service, sum framvegis seldu ensku bilarnir Morris, fann útav, at hesir bilar ikki longur høvdu somu dygd sum í 50- og 60'unum. Tað hevði við sær, at leita varð eftir øðrum møguleikum á marknaðinum. Rósing Rasmussen í Runavík, sum hevði selt Toyota síðan miðskeiðis í 60'inum, hevði um sama mundið avgjørt at gevast við sínum virksemi.
 
Nýggj og nútímans hølir, vóru viðvirkandi til, at Reyni Service hevði fyrimunin fram um aðrar umsøkjarar at fáa umboðið í Føroyum, frá Toyota Danmark.
 
Reyni Service fekk fyrstu sendingina av Toyota bilum í mai mánað 1980.
 
=== Toyota mest seldi bilur í Føroyum ===
Toyota varð mest seldi bilur í Føroyum fyrstu ferð í 1986, og hevur Toyota verið mest selda bilmerkið 16 ferðir seinastu 18 árini.
 
=== Útbygging ===
Tíggju ár eftir at flutt var niðan til Hoyvíkar, var virksemið aftur økt so nógv, at støða varð tikin til at byggja ein stóran bygning, umleið 2000 fermetrar tvørturum aftanvers á økinum. Hesin bygningur bleiv tikin í nýtslu 6 mai 1989.
 
Bygningurin gav aftur nýggjar møguleikar, so sum Tidy Car og bilframsýning í ovaru hæddini, meðan Plátu- og Lakkverkstaðurin kundi húsast í niðaru hæddini.
 
=== Truplar tíðir ===
Útbyggingin í 1989 varð eitt stórt tak og ein stór íløga hjá Reyni Service, og hevði fyritøkan neyvan farið undir hesa stóru ætlan, vitandi um tað svárastu kreppu nakrantíð, sum lúrdi stutt eftir at flutt varð í nýggju hølini.
 
Tað var ein tíð, sum gjørdi, at bæði familja og starvsfelagir komu at merkja týdningin av at standa saman, og veruliga stríðast fyri at halda skútuni omaná, tá ið harðast leikaði á. Eivind er eisini teimum sera takksamur, sum gjørdu tað møguligt at finna loysnir, so virksemið ikki fór fyri bakka.
 
=== Reyni Service í dag ===
Í dag starvast umleið 50 fólk á Reyni Service. Av teimum starvast fýra á deildini í Klaksvík, sum Reyni Service yvirtók í 2001, eftir at Hans Berg Hammer hevði havt sølu og tænastu fyri Reyni Service síðani 1989.
 
Gongdin síðani kreppuna hevur verði mennandi og góð fyri fyritøkuna, sum í dag fegnast um støðugt virksemi bæði í Havn og í Klaksvík.