Munurin millum rættingarnar hjá "Landsynningsásia"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q11708 (translate me)
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Southeast_Asia_(orthographic_projection).svg|thumb|right|250px|Landsynningsásia.]]
'''Landsynningsásia''' hevur tropuveðurlag. Summarmonsunin kemur inn úr [[hav]]inum við avfalli hvønn einasta dag, meðan vetrarmonsunin er mest sum regnleys á láglendinum, men vátlig í fjøllunum. Londini í Landsynningsásia eru [[Singapor]], [[Maleisia]], [[Laos]], [[Myanmar]], [[KambodsjaKambodja]], [[Vjetnam]] , [[Teiland]], [[Brunei]], [[Eysturtimor]], [[Indonesia]], [[Papua Nýguinea]] og [[Filipsoyggjar]].
 
Londini í Landsynningsásia hava verið mentalond í túsundtals ár. Har hava búð fólk við áirnar og á oyrareingjunum, sum hava bygt prýðilig tempul, glæstribergir og pagodur. Mangastaðir í skógunum eru miklar toftir, sum siga frá glæsiligari fortíð. Tá ið [[Evropa|evropeararnir]] aftan á ár 1500 e.Kr. fóru at leggja lond undir seg ymsastaðir í heiminum, vóru tað [[Stóra Bretland|bretar]] og [[Frakland|fraklendingar]], sum lutaðust meginpartin av Landsynningsásia. Bara [[Teiland]] slapp undan hertøkuni <ref>http://donlehmanjr.com/SEA/SEA5%20Chap/SEA5%20Ch2B.htm</ref>. Evropeararnir sóru fyri hesum londum, alt til [[Seinni heimsbardagi]] var av í [[1945]].