Munurin millum rættingarnar hjá "2013"

Content deleted Content added
→‎Hendingar: ES handilstiltøk (boykott) móti Føroyum
→‎Hendingar: um ferðsluvanlukkuna 28. desember
Linja 15:
* [[19. september]] - [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] og [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]] vóru handaðar. [[Katrin Ottarsdóttir]] fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið ''Eru koparrør í himmiríki?'', [[Poul Jespersen]] fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri skúlabókina ''Rúmdin''. [[Turið Sigurðardóttir]] fekk virðislønina fyri Annað mentanarligt avrik, fyri hennara arbeiði við at týða bøkur til føroyskt. [[Rakel Helmsdal]] og [[Hilmar Joensen]] fingu [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]].
* [[11. desember]] - [[Dávur Djurhuus]] fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin ''Terminal'', meðan [[Jónfinn Stenberg]] fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin ''Munch''.
* [[28. august]] - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]] onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin [[4. januar]] [[2014]] kl. 13.44.
 
=== Ítróttur ===