Munurin millum rættingarnar hjá "Strandfaraskip Landsins"

Content deleted Content added
mynd av Ternuni
Linja 3:
[[Mynd:Hvannasund, Faroe Islands (3).JPG|250px|thumb|Másin røkti farleiðina millum [[Hvannasund]], [[Svínoy]] og [[Fugloy]] í nógv ár.]]
[[Mynd:Skopun (5).JPG|250px|thumb|Teistin røkir farleiðina millum [[Streymoy]] ([[Gamlarætt|Gomlurætt]]) og [[Sandoy]]nna ([[Skopun]]).]]
[[Mynd:Ternan (ship, 1960).JPG|250px|thumb|Ternan M/F varð bygt í 1980. Ternan siglir hvønn dag millum Havnina og Nólsoy. Fyrr hevur Ternan siglt millum Gomlurætt og Skopun og um Vestmannasund.]]
 
'''Strandfaraskip Landsins''' (eisini nevnt '''Strandferðslan''') stendur fyri landsdekkandi flutningskervinum í [[Føroyar|Føroyum]]. Strandferðslan er stovnur undir [[Vinnumálaráðið|Vinnumálaráðnum]]. Tey fyrstu nógvu árini hevði stovnurin (umsitingin) bústað í Havn, men í 2007 avgjørdi táverandi landstýrismaðurin sum varðaði av stovninum, [[Jacob Vestergaard]], at flyta stovnin til Suðuroyar. Strandferðslan flutti inn í fyrrverandi Skipasmiðjuna á Tvøroyri, sum var blivin umvæld til endamálið, 14. januar 2008.<ref>[http://www.ssl.fo/dokumentir/Roknskapur%202008.pdf ssl.fo, Ársroknskapur 2008 (pdf-fíla), síða 3]</ref> Tað var stór ónøgd norðanfjørðs um flytingina, serliga hjá strarvsfólkunum, sum ikki sóu seg før fyri at flyta suður við. Ónøgdin stóðst eisini av mátanum, ið starvsfólkini fingu kunningina um hesa stóru avgerð, tí hana náddu tey ikki at fáa frá leiðsluni men hoyrdu tað frá fjølmiðlunum. Í Suðuroynni fegnaðust fólk hinvegin um at fáa fleiri arbeiðspláss til oynna. Tá avtornaði flutti bara táverandi stjórin, [[Regin Vágadal]], við suður, eitt av starvsfólkunum í umsitingini heilt tó fram í sínum starvi, men røkti tað úr høvuðsstaðnum. Áðrenn stovnurin flutti suður fingu starvsfólkini hoyringsskriv um ætlaðu flytingina og fingu í boði at flyta við suður ella at verða søgd úr starvi. So við og við vóru nýggj fólk sett í starv í staðin fyri tey sum vóru í størvum har fyrr. Nøkur fingu starv har, meðan stovnurin enn var í Havn, nakrir mánaðir áðrenn umsitingin flutti suður, meðan onnur byrjaðu í starvinum eftir at stovnurin var fluttur suður.
 
== Virksemi ==