Munurin millum rættingarnar hjá "Vinstrahallur politikkur"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
||
Linja 1:
'''Venstrahallur politikkur''' er eitt uppbýti av politikki, har nakrir politiskir flokkar, ið hava ávís felags eykenni, sum sosisalismu ella kommunismu, vera bólkaðir. Í Føroyum vera [[Javnaðarflokkurin]] og [[
Flokkarnir ið eru vinstrasinnaðir hava tað til felags, at teir stríðast fyri javnrættindum, at tað ikki skulu vera klassamunur á fólki, fyri rættvísum býti innanlendis og altjóða og at hetta skal henda við at hava eina sterka tjóð sum veitir nógvar vælferðartænastur og spælir aktivan leiklut í vinnulívinum. Tað er stórur munur á teimum ymisku vinstrahallu flokkunum í Norðurlondum, um hvussu stóran aktivan leiklut ið tjóðin veruliga skal hava, men tó eru hesir flokkar í høvuðsheitum samdir í at infrakervið umframt grundleggjandi vælferðartænastur sum útbúgving og heilsa eiga at vera ábyrgdin hjá tí almenna. Teir víðgongdu vinstrahallur flokkarnir fara uppaftur longur og ynskja at avskaffa tann privata ognarrættin fullkomiliga. Eitt annað felagsheiti fyri vinstrahallan politikk er ein skepsis móti teimum fríu marknaðarkreftunum og kapitalismuni, tí at hesi føra klassamun við sær.
|