Munurin millum rættingarnar hjá "Vinstrahallur politikkur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Venstrahallur politikkur''' er eitt uppbýti av politikki, har nakrir politiskir flokkar, ið hava ávís felags eykenni, sum sosisalismu ella kommunismu, vera bólkaðir. Í Føroyum vera Javnaðarflokkurin og Tjóveldi av núverandi politiskum flokkum í Føroyum vanliga sagdir at vera vinstrahallir. Av fyrrverandi vinstrasinnaðum politskum flokkum í Føroyum kunnu nevnast [[Verkamannafylkingin]], [[Oyggjaframi]], [[Føroyskir Sosialistar]], [[Kommunistiski Flokkur Føroya]] og [[Sosialistiski Loysingarflokkurin]]. Í [[Noreg]]i verða flokkarnir Rødt, NKP, Sosialistisk Venstreparti og Arbeiderpartiet roknaðir fyri at vera vinstrahallir. Í [[Danmark]] eru tað flokkarnir [[Socialdemokraterne (Danmark)|Socialdemokraterne]], [[SF - Socialistisk Folkeparti]] og [[Enhedslisten]] roknaðir fyri at vera vinstrahallir flokkar. Heitini vinstahallur og høgrahallur politikkur kemur úr fronsku kollveltingini, har ið teir radikalur og kollveltingarsinnaðu sótu vinstrumegin formannin í tí provisorisku tjóðartinginum, meðan teir konservativu og moderatu sótu høgrumegin. Í politikki verður eisini tosað um flokkar sum bæði eru til vinstru og til høgru og tí verða kallaðir miðflokkar ella flokkar sum eru á miðjuni í politikki.
 
Flokkarnir ið eru vinstrasinnaðir hava tað til felags, at teir stríðast fyri javnrættindum, at tað ikki skulu vera klassamunur á fólki, fyri rættvísum býti innanlendis og altjóða og at hetta skal henda við at hava eina sterka tjóð sum veitir nógvar vælferðartænastur og spælir aktivan leiklut í vinnulívinum. Tað er stórur munur á teimum ymisku vinstrahallu flokkunum í Norðurlondum, um hvussu stóran aktivan leiklut ið tjóðin veruliga skal hava, men tó eru hesir flokkar í høvuðsheitum samdir í at infrakervið umframt grundleggjandi vælferðartænastur sum útbúgving og heilsa eiga at vera ábyrgdin hjá tí almenna. Teir víðgongdu vinstrahallur flokkarnir fara uppaftur longur og ynskja at avskaffa tann privata ognarrættin fullkomiliga. Eitt annað felagsheiti fyri vinstrahallan politikk er ein skepsis móti teimum fríu marknaðarkreftunum og kapitalismuni, tí at hesi føra klassamun við sær.
 
== Keldur ==