Munurin millum rættingarnar hjá "Flóðaldur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 6:
Flóðaldur, sum kunnu samanberast við tær í fjareystri, hava vit ikki havt her á leiðunum síðani umleið ár 6000 ár fyri Krist. Tá var eitt omanlop á kantinum av norska landgrunninum, sum elvdi til eina rættuliga stóra tsunamialdu í Norðurhøvum. Henda hendingin er kend sum ''Storeggaaldan''. Model útrokningar hava víst, at aldan var umleið 10 m. høg, tá hon kom inn á føroyska landgrunnin. Kanningar av botnsedimentunum í vøtnunum suðuri í Vági og Niðri á Vatninum á Eiði vísa, at tað breyt inn í hesi vøtnini í hesari hendingini. Ein líknandi, men ikki so ógvuslig hending var í 1969, tá ein harður [[jarðskjálvti]] rakti Gorringe Bankan í ein útsynning úr [[Portugal]]. Hesin skjálvtin skapti eina flóðaldu, sum rakti strendurnar hjá Portugal, [[Spania]], [[Marokko]] og oyggjarnar har um vegir. Á evropeiska meginlandinum gjørdi aldan í hesari hendingini ikki so nógv um seg, men ótti kom tó á fólk, serliga í Portugal, tí í 1755 varð [[Lissabon]] so at siga lagdur í oyði av slíkari hending. Vit eru tó ikki vitandi um nakra frásagnir, sum vísa at hesar hendingarnar hava rakt Føroyar.
 
Í 2008 var ein minni flóðaldu hending, sum serliga gjørdi um seg í [[Hvannasund]]i, men eisini merktist í [[Kollafjørður|Kollafirði]] og aðrastaðni í Føroyum. Líknandi fyribrigdir hava verið fyrr, m.a. í bókini "Sørvágur og sørvingar" skrivar [[Sonni Jacobsen]] um eina flóðaldu, sum knappliga kom inn á sandin í Sørvági í annars besta veðri bæði á landi og á sjónum. Hetta var tann 14 august í 1916. Eisini eru frásagnir, sum benda á, at sama alda gjørdi um seg á [[Miðvágur|Miðvági]]. Orsøkina til hesar hendingarnar vita vit ikki enn, men omanlop onkunstaðni á havbotninum ella serlig veðurfyribrigdir úti á opnum havi eru tvey av boðunum. Flóðaldur kunnu eisini koma av omanlopum, og slíkt dømi er hendingin í 1953, tá eitt omanlop á [[Kalsoy]]nni skapti eina aldu, sum fylti gjónna norðuri við [[Gjógv]]. HendaHesa aldanaldu merktu tey eisini í [[Leirvík]], men tó í nógv minni mun.
 
[[Bólkur:Veðurfrøði]]