Munurin millum rættingarnar hjá "Maldivoyggjar"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 2 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q826 (translate me)
sNo edit summary
Linja 33:
== Veðurlagsbroytingar ==
 
Maldivurnar eru í vanda fyri at fara undir heilt, orsakað av globalu upphitingini. Frítíðarparadísið í [[Indiska Havið|Indiska Havinum]] søkkur spakuliga til botns. Í 2007 ávaraði [[Veðurlagsráðið hjá ST|ST]]-veðurlagsstovnurin]] (IPCC) um, at ein vatnhækking í heimsins høvum uppá millum 18 og 59 cm. í 2100 fór at beina fyri møguleikunum at búleikast í oyggjarbólkinum í Indiska Havinum. Gongur tað so galið, sum ringastu spádómarnir hjá veðurlagsgranskarunum siga, er meginparturin av Maldivunum skolaður í havið, áðrenn henda øldin er av. Oyggjarbólkurin er eitt av teimum londunum í heiminum, sum er harðast rakt av [[Veðurlagsbroytingar|veðurlagsbroytingunum]], og sum hevur mest brúk fyri hjálp frá umheiminum. Heili 90 prosent av oyggjarbólkinum liggja minni enn ein metur yvir havyvirflatuni. Forsetin hevur fyrr sagt, at stjórnin sparir saman til at keypa ein landageira í [[Sri Lanka]], [[India]] ella [[Avstralia]], sum kann hýsa maldiviska fólkinum í framtíðini, tá oyggjarnar fara undir heilt. Umleið 394 000 fólk búgva í Maldivunum, sum umfata uml. 1200 oyggjar, harav 160 eru bygdar.
 
== Myndasavn ==