Munurin millum rættingarnar hjá "Flóðaldur"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|26. desember í 2004 var ein [[jarðskjálvti vestan fyri indonesisku oynna Sumatra. Fáar tímar seinni..."
 
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:SH-60B_helicopter_flies_over_Sendai.jpg|thumb|right|250px300px|26. desember í 2004 var ein [[jarðskjálvti]] vestan fyri indonesisku oynna Sumatra. Fáar tímar seinni høvdu stórar flóðaldur rakt ellivu lond kring [[Indiahav]]. Meir enn 250.000 fólk lótu lív av hesari hendingini.]]
'''Flóðaldur''' eru vanligast í [[Kyrrahav]]søkinum. Tað japanska heiti fyri flóðaldur er '''tsunami''', og er hetta fyribrigdi best kent við japanska heitinum í altjóða lesnaðinum. Gos og jarðskjálvtar á havbotninum kunnu elva til ovurstórar aldur, sonevndar flóðaldur. Tær flyta seg skjótt yvir havið. Alduferðir hava verið máldar til 750 km/t. Úti á havinum eru aldurnar bara hálvan metur høgar, men tá tær koma at landi og verða steðgaðar, vaksa tær og kunnu verða meira enn 20 metrar høgar. Síðani stoyta tær seg við eini øgiligari kraft inn yvir land og kunnu oyðileggja alt, sum fyri er. Ein [[jarðskjálvti]] út fyri Sumatra í Indonesia í 2005 elvdi til eina aldu, sum skolaði inn á Indonesisku strondina og eisini ferðaðist tvørtur um [[Indiska Havið]] og rakti indisku strendurnar. Skjálvtin máldi 9,0 á Richterstiganum. Hægstu aldurnar vóru helst 25 metrar høgar. Millum 250.000 og 300.000 fólk lótu lív. Teirra millum vóru næstan 900 ferðafólk úr [[Norðurlond]]um. Fimm milliónir gjørdust heimleys. Tann 11. mars 2011 var ein ógvusligur jarðskjálvti í havbotninum eystur úr [[Japan]], sum elvdi til eina flóðaldu. Serliga norður Japan varð meint rakt og um 20.000 fólk mistu lívið. Flóðaldur eru sjálvsamar á okkara leiðum, men slíkar hendingar eru av og á her í Føroyum. Tað er tó langt síðani, at flóðaldur, ið kunnu samanberast við oyðileggjandi aldurnar í fjareystri, hava rakt Føroyar.