Munurin millum rættingarnar hjá "Kosta Rika"

Content deleted Content added
Linja 34:
 
== Búskapur ==
[[Mynd:DirkvdM_orosi_valley_bird.jpg|thumb|left|220px|Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini.]]
 
Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Í Kosta Rika, sum er ein av heimsins størstu útflytarum av bananum, er eitt slag av undantaksstøðu lýst fyri bananbøndurnar í landinum í 2013, tí ullarlýs hava gjørt, at ein fimtingur av kostarikansku banangrøðini longu nú er burturbeindur <ref>http://voxxi.com/2013/12/12/bananas-phytosanitary-emergency-costa-rica/</ref>. Nú stúra myndugleikarnir fyri, at landið ikki megnar at liva upp til longu gjørdar handilsavtalur. Úr kostarikanska landbúnaðarmálaráðnum verður sagt, at tað eru [[veðurlagsbroytingar]]nar, sum gera, at ullarlúsin er farin at gera nógv meira um seg. Lúsin ger plantuna veikari og bananin fær blettir, sum gera, at keyparin ikki skoytir um hana. Samstundis sum Kosta Rika hevur stórar trupulleikar, vísir amerikansk gransking, at ein [[soppur]] hóttir banangrøðina aðrastaðni í heiminum. At byrja við hildu vísindafólk, at soppurin Fusarium oxysporum f. sp.cubense var avmarkaður til [[Avstralia]] og partar av [[Ásia]], men soppurin er nú eisini staðfestur í bæði [[Jordan]] og [[Mosambik]]. Og nógv halda tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn soppurin eisini kemur til [[Latínamerika]]. Hendir tað, kunnu soppurin og ullarlúsin í felag hótta alla banangrøðina í latínamerikansku londunum og oyggjalondunum í [[Karibia]]. Heili 80 prosent av heimsins bananum koma úr hesum londunum.
 
Størsti havnabýur er [[Limón]] á eysturstrondini við [[Karibiahav]]. Meira enn helvtin av øllum fólkum í Kosta Rika býr á fruktagóðum háslætta, við høgum gosfjøllum uttanum. Á øllum slættanum eru smágarðar, og har velta tey t.d. rís, sukur, kaffi og mais. Í [[San José]] verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri [[tubbak]]sdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í [[1823]].