Munurin millum rættingarnar hjá "Kosta Rika"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) |
|||
Linja 35:
== Búskapur ==
Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Í Kosta Rika, sum er ein av heimsins størstu útflytarum av bananum, er eitt slag av undantaksstøðu lýst fyri bananbøndurnar í landinum í 2013, tí ullarlýs hava gjørt, at ein fimtingur av kostarikansku banangrøðini longu nú er burturbeindur <ref>http://voxxi.com/2013/12/12/bananas-phytosanitary-emergency-costa-rica/</ref>. Nú stúra myndugleikarnir fyri, at landið ikki megnar at liva upp til longu gjørdar handilsavtalur. Úr kostarikanska landbúnaðarmálaráðnum verður sagt, at tað eru [[veðurlagsbroytingar]]nar, sum gera, at ullarlúsin er farin at gera nógv meira um seg. Lúsin ger plantuna veikari og bananin fær blettir, sum gera, at keyparin ikki skoytir um hana. Samstundis sum Kosta Rika hevur stórar trupulleikar, vísir amerikansk gransking, at ein [[soppur]] hóttir banangrøðina aðrastaðni í heiminum. At byrja við hildu vísindafólk, at soppurin Fusarium oxysporum f. sp.cubense var avmarkaður til [[Avstralia]] og partar av [[Ásia]], men soppurin er nú eisini staðfestur í bæði [[Jordan]] og [[Mosambik]]. Og nógv halda tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn soppurin eisini kemur til [[Latínamerika]]. Hendir tað, kunnu soppurin og ullarlúsin í felag hótta alla banangrøðina í latínamerikansku londunum og oyggjalondunum í [[Karibia]]. Heili 80 prosent av heimsins bananum koma úr hesum londunum.
Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Størsti havnabýur er [[Limón]] á eysturstrondini við [[Karibiahav]]. Meira enn helvtin av øllum fólkum í Kosta Rika býr á fruktagóðum háslætta, við høgum gosfjøllum uttanum. Á øllum slættanum eru smágarðar, og har velta tey t.d. rís, sukur, kaffi og mais. Í [[San José]] verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri [[tubbak]]sdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í [[1823]]. ▼
▲
Atlantsjarnbreytin, gjørd liðug í [[1890]], varð mest løgd til at flyta kaffi úr lundunum og oman til útflutingshavnirnar á eysturstrondini. Trupult var at leggja jarnbreytina, og mangir túsund verkamenn doyðu. Breytin gjørdist so dýr, at landið kom sær í stóra skuld. Kosta Rika var fyrsta land í [[Miðamerika]], sum fór at dyrka kaffi, og í meiri enn 100 ár var kaffi týdningarmesta útflutningsvøran. Tað hevði við sær, at búskaparstøða landsins var eftir, hvat fekst fyri kaffi á heimsmarknaðinum. Kaffi verður gjørt úr fruktini av kaffitrænum, sum veksur best í turrari, væl veittari jørð. Kaffitræið skal hava heitt veður, men ikki ov heitt, og veksur best í skugganum av stórum trøum. Tað kann bera nógvan ávøkst í eini 15 ár. Kaffitræið verður um 3 m. høgt. Blómurnar hava søtan anga og følna eftir 3 til 4 døgum. Kaffifruktin minnir nógv um kirsuber. Fruktin er fyrst myrkagrøn, so gul og at enda reyð, tá er hon búgvin. Kaffi verður malið úr báðum bønunum inni i fruktini. Kaffibønirnar verða hentaðar við hond. Royndur hentari hentar eini 25 kg. um dagin.
|