Munurin millum rættingarnar hjá "2013"

Content deleted Content added
→‎Hendingar: dagføring
Linja 7:
* [[2. november]] - [[Gerhard Lognberg]] varð koyrdur úr [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkinum]].
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Kringvarpið tók uppá film og legði tað á heimasíðuna og vísti tað í Degi og Viku sama kvøld. Filmsbrotið ferðast kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
* [[11. desember]] - [[Dávur Djurhuus]] fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin ''Terminal'', meðan [[Jónfinn Stenberg]] fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin ''Munch''.
* [[14. desember]] og [[15. desember]] - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.