Munurin millum rættingarnar hjá "2013"

501 bytes løgd afturat ,  6 ár síðan
→‎Hendingar: dagføring
(→‎Hendingar: dagføring)
(→‎Hendingar: dagføring)
== Hendingar ==
* [[15. apríl]] - [[Bumbuatsókn í Boston|Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd]]. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
* [[5. september]] valdi løgmaður, [[Kaj Leo Johannesen]] at loysa [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
* [[2. november]] - [[Gerhard Lognberg]] varð koyrdur úr [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkinum]].
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Kringvarpið tók uppá film og legði tað á heimasíðuna og vísti tað í Degi og Viku sama kvøld. Filmsbrotið ferðast kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.