Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

401 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
* [[2. november]] - [[Gerhard Lognberg]] varð koyrdur úr [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkinum]].
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Kringvarpið tók uppá film og legði tað á heimasíðuna og vísti tað í Degi og Viku sama kvøld. Filmsbrotið ferðast kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
* [[13. desember]] og [[14. desember]] - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um kvøldið hin 13. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
 
=== Ítróttur ===