Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

431 bytes løgd afturat ,  6 ár síðan
s
s
Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. 130 lond luttóku í kanningini, men [[Føroyar]] vóru ikki við. Danmark er nummar sjey á listanum. Orsøkin til at Danmark liggur so ovarliga á listanum er, at landi hevur eina góða útbúgvingarskipan, sum kvinnur og menn hava líka góða atgongd til. Danmark dumpar tó, tá tað kemur til javnstøðu um lønarinntøku. Menn fáa í miðal 20 prosent meira í løn enn kvinnur í Danmark. [[Saudi-Arábia]], [[Kjad]] og [[Jemen]] eru ringast fyri í javnstøðukanningini. [[Noreg]] liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri [[Svøríki]]. Á triðja plássi liggur [[Finnland]].
 
Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum <ref>http://panbladet.dk/2011/01/03/30-ar-siden-homoseksualitet-fjernet-fra-sundhedsstyrelsens-sygdomsliste/</ref>. Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum. Í 2010 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum <ref>http://ilga.org/ilga/en/article/mpDxTIq18X</ref>. Danmark fær kynsleyst hjúnalag í 2012 <ref>http://www.dailytelegraph.com.au/news/breaking-news/denmark-approves-gay-weddings-in-church/story-e6freuyi-1226388155168</ref><ref>http://www.washingtonpost.com/world/europe/danish-lawmakers-approve-church-weddings-for-same-sex-couples/2012/06/07/gJQAcOAxKV_story.html</ref>. Møguleikin fyri at gerast sonevnd hjámamma er veruleiki, eftir at broytingin í donsku barnalógini er komin í gildi 1. desember 2013. Hetta merkir, at tann kvinnan í einum samkyndum parlagi, sum ikki er biologiska mamman, kann verða skrásett sum foreldur at barninum við barnsins føðing <ref>http://politiken.dk/forbrugogliv/livsstil/familieliv/ECE2149076/nu-kan-to-kvinder-blive-mor-og-medmor-fra-barnets-foedsel/</ref>.
 
=== Politiskir flokkar í Danmørk ===