Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Lýðveldið India''' ([[Hindu (mál)|hindu]]; ''भारत गणराज्य'', [[Enskt (mál)|enskt]]; ''Republic of India'') er eitt stórt land í [[Asia|Eysturásia]]. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við [[Pakistan]], í norðri við [[Nepal]] og [[Kina|Fólkalýðveldi Kina]], og í eystri við [[Bangladesj]], [[Butan]] og [[Burma]]. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,2 milliardir íbúgvar. India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 [[mál]] verða talað, men høvuðssmálið er [[Hindi (mál)|hindi]], sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er [[Hinduisma|hindulæran]] størsti [[átrúnaður]].
 
== Søga ==
''Høvuðsgrein: [[Indisk Søga]]''
 
Í [[16. øld]] var India býtt í [[Hinduisma|hinduríki]] og [[Islam|muslimsk]] ríki, sum javnan kríggjaðust sínaámillum. [[Babur]] ([[23. februar]] [[1483]][[5. januar]] [[1531]]), sum var [[Turkaland|turkiskur]] [[Muslimar|muslimur]] og ættaður frá [[Dengis Kan]] og [[Timur Lenk]], fekk ræðið í kongsríkinum [[Kabul]] í [[AfghanistanAfganistan]]. [[Babur]]i dámdi ikki í India. Hann skrivaði, at landið var plágað av hita, dusti og vindi. Hann gjørdi urtagarðar fyri at fríðka um, har hann búði. Hesir friðsælu garðar, har trø og blómur angaðu, og løkir tutlaðu, mintu hann um heimlandið [[Samarkand]] og [[Islam|muslimska]] paradísið. Hann var stórlátaður valdsharri og gjørdi innrás í India, sigraði á sultáninum í [[Delhi]] í [[1526]], og helmaði ikki í, fyrren hann kom eystur at bengalska markinum. Tað, sum [[Babur]] hevði lagt undir seg, varð kallað [[Mogulríkið]], frábrigdi av [[orð]]inum ''mongol'', sum segði frá, hvaðan hann var ættaður. Tá ið [[Babur]] doyði í [[1530]], megnaðu eftirmenn hansara ikki stýra sum hann. Sonur hansara [[Humayun]] ([[17. mars]] [[1508]][[4. mars]] [[1556]]) var ikki mentur at halda saman um ríkið. Ein [[Afghanistan|afganskur]] høvdingi, [[Sher Kan Suri]] ([[1486]][[22. mai]] [[1545]]), tók [[Agra]] og [[Delhi]] í [[1540]], og ikki fyrrennfyrr enn í [[1555]] tók [[Humayun]] býirnar aftur. Sonur hansara [[Akbar Mikli]] ([[15. oktober]] [[1542]][[17. oktober]] ella [[27. oktober]] [[1605]]) endurreisti [[Mogulríkið]] og vaks ríkið í allar ættir. [[Akbar Mikli|Akbar]] vaks ríki sítt vestan úr [[Gujarat]] eystur til [[Bengal]] og suður eftir til norðara part í [[Deccan]]. Hann læt [[Hinduisma|hinduar]] hava [[átrúnaður|átrúnað]] sín í friði og náðum og vissaði sær soleiðis stuðul frá teimum og fekk eisini bøndurnar í part við sær, tí at hann lækkaði skattin. [[Akbar Mikli|Akbar]] umskipaði landsins stýri, so at høgir embætismenn kundu hava bæði hernaðarligt og sivilt starv. Teir vóru væl løntir, men kundu ikki fáa sær fastan bústað.
 
Mogulherdeildirnar vóru gitnar fyri villskap og dirvi í bardaga. Tá ið [[Akbar Mikli|Akbar]] skuldi venja sínar bestu hermenn, tók hann teir við sær at veiða. Menninir gjørdu ring uttan um veiðidýrini, og stórmogulurin og aðalsmenn hansara drupu tey.
 
Í [[1857]] gjørdu indiskir hermenn uppreistur, tí at mangir indarar hildu, at [[Stóra Bretland|bretska]] yvirvaldið ætlaði at noyða [[Kristindómur|kristindómin]] upp á teir. Tá ið vunnið varð á uppreistrinum, tók [[Stóra Bretland|bretska]] stjórnin [[Eysturindiafelagið]] av og tók sjálv ræðið í India. Í [[1876]] var [[Viktoria drotning]] kosin [[keisari]]nna í India, og stjórnin útnevndi ein varakong sum umboðsmann hennara. Indarar fingu eingi týðandi størv í embætisverkinum og herinum. Í [[1885]] varð [[Tjóðartingið í India|Tjóðartingið]] í India stovnað; aðalmálið var at noyða [[Stóra Bretland|bretar]] at sleppa indarum framat í umsitingini og lógarvekinum. Tað varð spírin til sterka mótstøðu ímóti [[Stóra Bretland|bretska]] yvirvaldinum. Nakrir indiskir [[muslimar]] styðjaðu [[Tjóðartingið í India|Tjóðartingið]], men óttin fyri, at [[Hinduisma|hinduar]] skuldu fáa ov stórt vald, hevði við sær, at [[muslimar]]nirmuslimarnir fóru burtur úr aftur.
 
Seinast í [[19. øld]] sóu mangir indarar, helst limir í ovastu [[Hinduisma|hindu]]-kastunum, [[enskt mál]] og [[Evropa|evropeiska]] útbúgving sum einastu útvegir at koma sær fram í India. Teir bygdu sær skúlar og lærdar háskúlar. [[Tjóðartingið í India|Tjóðartingið]] eggjaði hesum al-indiska úrvalsliði til.
 
Í øllum indiskum landslutum var høvuðsstøð, har [[Stóra Bretland|bretskir]] embætismenn búðu saman við húskjum sínum. Tey komu ikki í samband við vanliga fólk - ið og livdu sum [[Stóra Bretland|bretski]] yvirstætturin, høvdu mong tænastufólk, hildu gildi, gjørdu útferðir og spældu [[polo]], sum [[Stóra Bretland|bretar]] høvdu lært seg í mogultíðini.
 
== Mentan ==
''Høvuðsgrein: [[Indisk Mentan]]''
 
=== [[Filmur]] ===
 
India er tað land í heiminum, sum ger flestar [[Filmur|filmar]]. Um 800 stórfilmar verða tiknir upp um árið, teir flestu í [[Mumbai]], sum verður eyknevndur "Bollywood". Í indiskum [[Filmur|filmum]], ið eru fullir av spenningi og ógvisligum tilburðum frá byrjan til enda, er nógvur [[dansur]], sangur, romantikkur og vøkur og rík fólk. Indarar eru ofta í biografi, og filmarnir vara javnan 4-5 tímar.
[[Mynd:Chanarice.jpg|thumb|right|250px|Grønmeti í sterkari sós]]
[[Mynd:Golden_Temple_India.jpg|thumb|right|250px|[[Gylta Templið]] í [[Amritsar]]]]
 
=== [[Matur]] ===
 
Mangir indarar eta bara grønmeti og frukt. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa [[dýr]] og eta tey. Flestir [[Hinduisma|hinduar]] eta ikki [[neyt]]akjøt, tí at fyri teimum er [[kúgv]] heilagt [[dýr]], og [[muslimar]] eta ikki [[svín]]akjøt. [[Matur]]in er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum ''dhal'' (flatbønir), ''dahi'' (jogurt), rís ella ''chappatis'' (flatbreyð) og ''poppadums''. Indarar lata nógv krydd í [[Matur|matin]], til dømis gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur.
 
== Búskapur ==
''Høvuðsgrein: [[Indiskur Búskapur]]''
 
Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu ídnaðarlondum[[ídnaðarlond]]um í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu 25 árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. I India er búskaparmenning við tølum, sum annars bara [[Kina]] hevur borgað fyri. Í [[2011]] verður roknað við, at vøksturin í indisku bruttotjóðarúrtøkuni verður 9 pst. Tjúgu ár við samfeldum búskaparvøkstri sæst aftur í menningini - eisini hjá teimum fátæku. Men ikki allir partar av India njóta ágóðan av búskaparvøkstrinum. Menningin er ójøvn í ymsu landspørtunum. Og tað er ikki altíð í teimum landspørtunum við mesta búskaparvøkstrinum, at positiv úrslit síggjast aftur í heilsustøðuni.
 
Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí korn- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í [[1947]]. Framgongdin stendst lutvíst av "grønu kollveltingini" í [[1960-árini|1960-árunum]], tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur.
 
Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera til dømis mat, bilar, [[Flogfar|flogfør]], telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði.
 
== Fólkið ==
 
=== [[Átrúnaður]] ===
 
Mangir [[Átrúnaður|átrúnaðir]], mong [[mál]] og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu [[Átrúnaður|átrúnaðunum]] í heiminum - [[hinduisma]], [[buddisma]] og [[sikhisma]] - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru [[Hinduisma|hinduistar]], hevur fleiri [[muslimar]] enn øll hini londini í heiminum, uttan [[Indonesia]] og [[Pakistan]].
 
Flestir indarar eru [[Hinduisma|hinduar]], men eisini eru mangir aðrir [[Átrúnaður|átrúnaðir]], til dømis [[sikhisma]] og [[jainisma]]. [[Sikhisma|Sikhar]] trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er [[Gylta Templið]] í [[Amritsar]] í [[Punjab]] í Norðurindia. Mong [[Sikhisma|sikhisk]] mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. [[Jainisma]] líkist [[Hinduisma|hinduismu]]. [[Jainisma|Jainistarnir]] hava djúpa virðing fyri øllum livandi.
 
=== Mál ===
 
Tað verða tosað yvir 100 [[mál]] í India, harav 24 verða tosað av meiri enn 1 millión fólkum. Harafturat eru umleið 1500 ymsar dialektir. 17 ymisk almenn skriftmál verða nýtt (tey kunnu millum annað síggjast á pengaseðlunum við Mahatma Gandhi á). Almenna málið í India er [[Indo-evropeisk mál|indo-evropeiska]] málið [[Hindi (mál)|hindi]]. Hindi er avleggari av tí nú deyða málinum sanskrit, sum ariarir høvdu við sær, tá teir gjørdu innrás í landið. Konkani er eitt indo-ariskt mál, ið indiski etniski bólkurin konkani-fólkið tosar. Konkani verður tosað í konkani-landspartinum, sum fevnir um eitt nú Goa. Málið verður bæði skrivað við devangari (devangari er eitt alfabet, ið verður nýtt til at skriva fleiri av indisku málunum) og tí latínska alfabetinum. Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at [[Enskt mál|enskt]] (og [[Portugisiskt mál|portugisiskt]] í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum [[katolikkar]], meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum.
Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at [[Enskt mál|enskt]] (og [[Portugisiskt mál|portugisiskt]] í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum katolikkar, meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum.
 
== Politikkur ==
Line 136 ⟶ 135:
=== Yvirgangur ===
 
Tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopi í India. Vandin er størstur í norðaru serstatunum [[Jamma]] og [[Kashmir]], men eisini aðra staðnis í India er vandi fyri yvirgangsálopi. [[Mumbai]] bleiv tann [[26. november]] og náttina til 27. november [[2008]] rakt av eini seriu av samskipaðum yvirgangsálopum rættað móti m.a eini sera upptiknari jarnbreytarstøð (Chatrapati Shivaji), einari vælumtóktari matstovu (Café Leopold), einum fyritøkuraðhúsi (Nariman House), tveimum sjúkrahúsum (Cama og Albless) og tveimum internationalum hotellum (Taj Palace Hotel og The Oberoi Trident Hotel). Umframt hetta kom eisini tilvildarlig skjóting frá yvirgangsfólkunum í smáum bólkum frá minnisverkinum Gateway of India til hesi mál. Yvirgangsfólkini tóku gíslar fleiri staðni, og ikki fyrr enn sunnudagin 30. november 2008 kundi tann indiski myndugleikin vátta, at gíslastøðan var endað. 165 deyð og 304 særd, íroknað útlendingar. Tann 25. juli 2008 bleiv tann suðurindiski býurin [[Bangalore]] raktur av eini seriu upp á átta bumbur. Bumburnar, ið vóru plaseraðar ymsa staðni í býnum, drupu tvey og særdu fleiri, tó ongan útlending.
 
=== Kriminalitetur ===
 
Í norðara parti av India eru álop, fólkarán og morð á útlendingar, ið fjakka. Tað verður tí frárátt at fjakka einsamallur ella í smáum bólkum. Ferðafólk mugu verða ansin viðvíkjandi [[narkotika]], tí í India er hørð revsing fyri allar narkotika brotsgerðir. Til dømis kunnu fá gram av [[marijuana]] geva fleiri ára fongsulsrevsing.
brotsgerðir. Til dømis kunnu fá gram av [[marijuana]] geva fleiri ára fongsulsrevsing.
 
== Keldur ==