Munurin millum rættingarnar hjá "Athen"

Content deleted Content added
Ítróttur
→‎Søga: Nýggjari søga
Linja 21:
 
[[Grikkaland]] varð innlimað í [[Rómverjaríkið]] í [[86 á.Kr.]]. Athen fikk enntá minni ávirkan politiskt sæð, men bleiv við at vera týdningarmikil miðdepil fyri lærdóm. [[Paulus (apostul)|Paulus]] ferðaðist eitt nú til Athen fyri at kynda um [[kristindómur|kristnu trúnna]], og Grikkaland var eitt teimum fyrstu økjunum í Rómverjaríkinum, ið tóku nýggju trúnna til sín. Hetta tíðarskeiði bleiv endin á Athen sum lærdómsmiðdepli, men tað var ikki fyrr enn undir [[Justinian]] keisara, í [[529]] at lærustovnarnir vóru stongdir heilt.
 
=== Nýggjari søga ===
Í 1836 gjørdist Athen høvuðsstðaur í tí nýggja Kongaríkinum Grikkaland, og býurin mentist skjótt til ein nýmótans evropeiskan høvuðsstað. Í 1907 var fólkatalið 167.479.
 
[[Mynd:French artillery in Athens, 1917.jpeg|thumb|Franskt artillarí í Athen, 1917.]]
Undir fyrra heimskríggi var hart stríð í gøtunum í Athen millum eitt stórt herlið sum var komið í land við Pireus, tað vóru 3000 franskir, italskir og ensk herlið sum stríddust móti grikska herinum og grikska fólkinum úr Athen. Teir sameindu noyddust at rýma úr aftur býnum, men í 1917 megnaðu fraklendingar at herseta býin.
 
Folkavøksturin í Athen var øgiligur eftir tað, sæð við grikskum eygum, katastrofala griksk-turkiska kríggið frá 1919 til 1922, tá yvir ein millión flóttafólk vóru tvangsflutt til Grikkalands eftir [[Lausannefriðin]] í 1923, tey vóru noydd at flyta frá heimum teirra í Lítla Asia, sum í dag hoyrir til Turkaland, av hesum mongu fluttu umleið 300.000 til Athen og forstaðir til Athen. Árini 1941 til 1944 var Athen eins og restin av Grikkalandi, hersett av [[Nazitýskland]]i.
 
== Ítróttur ==