Munurin millum rættingarnar hjá "Athen"

Content deleted Content added
søga
Linja 1:
[[Mynd:Attica 06-13 Athens 14 View from Acropolis Hill.jpg|thumb|300px|Athen, útsýnið av Akropolis. Heyggurin eitur Lykavittos ella Lykabettos á forngrikskum ([[Grikskt mál|Grikskt]]:Λυκαβηττός)]]
 
[[Mynd:Η ΒΟΥΛΗ ΤΩΝ ΕΛΛΗΝΩΝ ΣΤΙΣ 17 ΜΑ'Ι'ΟΥ 2012..JPG|thumb|300px|Grikska parlamentsbygningurin á Syntagma Plássinum. Myndin er tikin 17. mai 2012, tá nýggja stýrið tók við, tá fíggjarkreppan leikaði harðast í Grikkalandi.]]
'''Athen''' ''(grikskt: Αθήνα; Athína)'' er høvuðsstaður [[Grikkaland]]s og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva 655.780 íbúgvar í sjálvum býnum<ref>[[http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_EN.pdf Statistics.gr]</ref>, (fólkatalið var 796.442 í 2004)<ref name="Athens view">{{cite web |url=http://www.aviewoncities.com/athens/athensfacts.htm?tab=population |title=Athens Facts & Figures |first=|last=Athens Facts|work=aviewoncities.com |year=2011 [last update] |quote=796 442 |accessdate=17 June 2011}}</ref> Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011,<ref name="statistics1">{{cite web |url=http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_GR.pdf |title=ΕΛΣΤΑΤ Απογραφη 2011 |publisher=www.statistics.gr |accessdate=22 August 2011}}</ref> á einum 412 km2 stórum øki. Sambært [[Eurostat]] er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í [[Evropa]].
Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera [[Parthenon]] á [[Akropolis í Athen|Akropolis]], sum av mongum verður hildið at vera tað týdningarmesta bygningsverk frábygningsverkið í vesturlendskuvesturlendskari mentaninimentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá [[UNESCO]] yvir heimsarvar, nevniliga [[Akropolis í Athen|Akropolis]] og Dafni Klostrið.
 
Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í [[Grikkaland]]i var [[Akropolis í Athen|Akropolis]], har 2500 ára gomlu toftirnar av [[Parthenon]]templinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði.
Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í [[vika|vikuni]].
 
== Søga ==
Tey eldstu prógvini frá menniskjum í Athen eru frá yngru steinøld. Í [[bronsuøld]]ini uppstóð eitt meira skipað samfelag, ein partur av tí mykensku borgmentanini. Eftir at henda mentanin fall umleið ár 1200 á.Kr. komu tær myrku øldirnar (uml. 1200 til 900 á.Kr.). Frá hesi tíðini eru nøkur spor av aktiviteti í Athen, men tað sær ikki út til at hava verið eitt samfelag, ið var nakað serliga skipað.
 
Býurin fór at vaksa umleið 900 á.Kr. Fram til umleið 640 á.Kr. var Athen eitt kongadømi við einari aristokratiskari stýrisskipan. Athenbúgvar løgdu [[Attika]] undir seg hetta tíðarskeiðið. Meðan allir grikskir býarstatir høvdu ræði yvir eitt øki kring sjálvan býin, er tað annarleiðis við Athen, sum hevði valdið á einum rættiliga stórum øki. Undir tyraninum [[Peisistratos]] byrjaði býurin at markerað seg sum ein miðdepil fyri listahondverk og [[arkitektur]].
[[Mynd:TempleHephaistosAthens.jpg|thumb|left|[[Hefaisteion]]]]
Í [[510 á.Kr.]] fingu tey ið vóru ímóti tyranstýrinum hjálp frá [[Sparta]] til at broyta stýrisskipanina. Tað athenska fólkaræðið var eitt demokrati, ið hevði beinleiðis fólkaræði við eini røð av sereyðkennum.
 
Síðan [[558 á.Kr.]] høvdu [[Persia|persarnir]] víðka um land teirra. Persisk herlið komu til tað grikska meginlandið í [[490 á.Kr.]]. Athen varð kringsett, og tvær ferðir noyddur fólk at rýma úr býnum. Men í [[479 á.Kr.]] taptu persarnir við [[Plataiai]], og uppgóvu royndina at vinna Grikkaland.
 
Athen var nú blivin tann valdmiklasti býarstaturin í Grikkalandi, og tað dámdu spartanarum ikki. Kríggini millum báðir býarstatirnir endaðu við at Athen tapti, og tá [[Filip II av Makedonia]] víðkaði um sítt økið og kom inn í Grikkaland, megnaði Athen ikki at standa ímóti. Filip II hevði ræði á Athen og sonur hansara [[Aleksander Mikli]], staðfesti hetta.
 
Athen var framhaldandi ein týdningarmikil býur, eisini í [[Hellenisma|hellenistiskari tíð]], men var ikki longur ein sjálvstøðugur statur. Býurin bleiv førandi innan mentan og útbúgving, og teir filosofisku skúlarnir lokkaðu lesandi frá strórum pørtum av grikska heiminum, og so við og við eisini frá rómverska heiminum.
 
[[Grikkaland]] varð innlimað í [[Rómverjaríkið]] í [[86 á.Kr.]]. Athen fikk enntá minni ávirkan politiskt sæð, men bleiv við at vera týdningarmikil miðdepil fyri lærdóm. [[Paulus (apostul)|Paulus]] ferðaðist eitt nú til Athen fyri at kynda um [[kristindómur|kristnu trúnna]], og Grikkaland var eitt teimum fyrstu økjunum í Rómverjaríkinum, ið tóku nýggju trúnna til sín. Hetta tíðarskeiði bleiv endin á Athen sum lærdómsmiðdepli, men tað var ikki fyrr enn undir [[Justinian]] keisara, í [[529]] at lærustovnarnir vóru stongdir heilt.
 
== Keldur ==