Munurin millum rættingarnar hjá "Grikkaland"

Content deleted Content added
→‎Politikkur: politiskir flokkar
Linja 119:
 
Ólógligi fólkastreymurin inn í [[ES]] gjøgnum Grikkaland er vaksin nógv í 2012. Grikkaland er vorðið bakdyrnar inn í [[Evropa]] hjá ólógligum innflytarum. Í hópatali koma fólk úr [[Miðeystur|Miðeystri]] og heilt úr [[Pakistan]] til [[Turkaland]]s, haðani tey koma víðari inn í Grikkaland og harvið ES <ref>http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-18371800</ref>.
 
===Politiskir flokkar===
[[Mynd:Karolos Papoulias .jpg|thumb|[[Karolos Papoulias]], forseti síðan 2005.]]
Síðan [[fólkaræði]] var endurstovnað í Grikkalandi, hevur tvey-flokkað skipanin verið dominerað av tí liberala-konservativa [[Nýtt demokrati (Grikkaland)|Nýtt demokrati]] (ND) og tí sosialdemokratiska [[Panhellensistiska rørslan|Panhellenistisku rørsluni]] (PASOK). Aðrir týðandi flokkar eru eitt nú [[Kommunistiski flokkur Grikkalands]] (KKE), [[Radikala vinstra samgongan]] (SYRIZA), [[Fólksliga ortodoksa samlingin]] (LAOS, stytting fyri Laikós Orthódoxos Synagermós) og [[Gyltur Morgun (Grikkaland)|Gyltur Morgun]].
 
Í 2010 vóru tveir nýggir politiskir flokkar settir á stovn av fólki sum fyrr høvdu hoyrt til ND og SYRIZA, tann mið-liberala flokkin [[Demokratiskt samstarv (Grikkaland)|Demokratiskt samstarv]] (DS) og tan moderata vinstrasinnaða [[Demokratiski Vinstriflokkur (Grikkaland)|Demokratiska Vinstriflokkin]] (DA).  [[George Papandreou (yngri)|George Papandreou]], formaður í PASOK, vann grikska valið í oktober 2009 við einum meiriluta á 160 limum av 300. Ein nýggj stjórn varð svorin í eið hin 20. juni 2011.
 
Síðan byrjanina av griksku búskaparkreppuni í 2009, er undirtøkan hjá teimum báðu stóru flokkunum ND og PASOK fallin munandi.
 
=== Deyðarevsing ===