Munurin millum rættingarnar hjá "Nelson Mandela"

Content deleted Content added
No edit summary
s Danska, norska og svenska wp nýta wikileinkjur til føðingardag og deyðsdag hjá persónum, tað plaga vit eisini at gera her.
Linja 1:
[[Mynd:Nelson_Mandela.jpg|thumb|right|250px|Nelson Mandela í [[Philadelphia]] í [[USA]] 1993.]]
'''Nelson Mandela''' (føddur [[18. juli]] [[1918]] í [[Mvezo]], [[Suðurafrika]], deyður [[5. desember]] [[2013]] í [[Pretoria]]) gjørdist forseti í [[Suðurafrika]], og førdi landið burturúr [[apartheid]]-tíðini. Mandela sat politiskur fangi í 27 ár, og mong settu alla vón sína á hann. Dirvi, gløggu fyriskipanarevni og ósjálvsøkni trúskapur hansara vann honum virðing og hevur verið íblástur hjá óteljandi fólki um allan heim. Hann varð latin leysur í [[1990]], tá hevði hann sitið 27 ár í [[Fongsul|fongsli]]. Mandela fekk [[friðarheiðursløn Nobels]] í 1993.
 
Nelson Mandela varð føddur 18. juli í 1918. Hansara millumnavn merkir “ballademager” á donskum. Hann er ein av teimum kendastu søguligu persónunum í nýggjari tíð. Hann bleiv útbúgvin á University College of Fort Hare og University of Witwatersrand, har hann gjørdi útbúgvingina sum jurist lidna í 1942. Í 1944 luttók hann í ANC (African National Congress) og gjørdist leiðari har í 1949. Hann var anti-apartheid’ari og stríddist nógv fyri, at fáa javnstøðu ímillum rasurnar. Men í 1964 bleiv hann dømdur lívstíð í gegli, og kom at sita á Robben Island, sum liggur uttanfyri [[Cape Town]]. Har sat hann til 1982 og bleiv so fluttur til Pollsmoor Prison, har hann sat í 8 ár. Í 1990 valdi tann suðurafrikanski presidenturin, F.W. de Klerk, at leyslata Mandela, og í 1993 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Árið eftir (1994) varð hann valdur til forseta í Suðurafrika.