Munurin millum rættingarnar hjá "Nelson Mandela"

Content deleted Content added
dagføring
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Nelson_Mandela.jpg|thumb|right|250px|Nelson Mandela í [[Philadelphia]] í [[USA]] [[1993]].]]
'''Nelson Mandela''' (føddur [[18. juli]] [[1918]] í [[Mvezo]], [[Suðurafrika]], deyður [[5. desember]] [[2013]] í [[Pretoria]]) gjørdist forseti í [[Suðurafrika]], og førdi landið burturúr [[apartheid]]-tíðini. Mandela sat politiskur fangi í 27 ár, og mong settu alla vón sína á hann. Dirvi, gløggu fyriskipanarevni og ósjálvsøkni trúskapur hansara vann honum virðing og hevur verið íblástur hjá óteljandi fólki um allan heim. Hann varð latin leysur í [[1990]], tá hevði hann sitið 27 ár í [[Fongsul|fongsli]]. Mandela fekk [[friðarheiðursløn Nobels]] í [[1993]].
 
Nelson Rolihlahla Mandela varð føddur 18. juli í 1918. Hansara millumnavn merkir “ballademager” á donskum. Hann er ein av teimum kendastu søguligu persónunum í nýggjari tíð. Hann bleiv útbúgvin á University College of Fort Hare og University of Witwatersrand, har hann gjørdi útbúgvingina sum jurist lidna í 1942. Í 1944 luttók hann í ANC (African National Congress) og gjørdist leiðari har í 1949. Hann var anti-apartheid’ari og stríddist nógv fyri, at fáa javnstøðu ímillum rasurnar. Men í 1964 bleiv hann dømdur lívstíð í gegli, og kom at sita á Robben Island, sum liggur uttanfyri [[Cape Town]]. Har sat hann til 1982 og bleiv so fluttur til Pollsmoor Prison, har hann sat í 8 ár. Í 1990 valdi tann suðurafrikanski presidenturin, F.W. de Klerk, at leyslata Mandela, og í 1993 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Árið eftir (1994) varð hann valdur til forseta í Suðurafrika.
 
== Tíðarrøð ==
 
* 1918: Nelson Rolihlahla Mandela verður føddur inn í eina høvdingafamilju í Tembu-stammuni í bygdini Mvezo í eystara parti av [[Suðurafrika]]. Beint eftir at hann er føddur, verður hann doyptur Rolihlahla, og klannavnið í Xhosa-stammuni er Madiba.
* 1925: Sum tann fyrsti í familjuni fer Mandela í [[Stóra Bretland|bretskan]] skúla. Tað er her hann fær bretska navnið ''Nelson''.
* 1934: Nelson Mandela byrjar á Clarkebury Boarding Institute, ein kostskúli, har hann tekur studentsprógv eftir bara tveimum árum.
* 1941: Bara 23 ára gamal rýmir Mandela heimanífrá. Hann fer til [[Johannesburg]] fyri sleppa undan einum fyriskipaðum [[hjúnalag]]i.
* 1943: Mandela byrjar at lesa løgfrøði á lærda háskúlanum Witswaterand University, og gerst sama ár limur í ANC (African National Congress). Eitt ár seinni er hann við til at stovna ungmannafelagið hjá ANC (ANC Youth League).
* 1944: Mandela verður giftur á fyrsta sinni. Evelyn Mase og hann fáa fýra børn, áðrenn tey fara hvør til sítt í 1958.
* 1948: The National Party vinnur valið og byrjar at seta í verk [[apartheid]] í Suðurafrika.
* 1952: Mandela gevst at lesa løgfrøði. Saman við vinmanninum Oliver Tambo letur hann upp fyrstu sakføraraskrivstovuna, sum bara er mannað við littum løgfrøðingum. Fram til deyða Oliver Tambo eru teir sera nær, og teir gerast kendir fyri at stríðast fyri rættindunum hjá teimum littu.
* 1954: Stjórnin forðar Mandela í at vera við á fundum hjá ANC, og ferðamøguleikar hansara vera avmarkaðir. Tað verða eisini møguleikar hansara at arbeiða sum advokatur.
* 1956: Tann 5. desember verður Mandela handtikin og smaan við 155 øðrum aktivistum ákærdur fyri hásvik. Skuldsetingarnar móti honum vera sleptar eftir eitt rættarmál sum koyrir í fýra ár.
* 1958: Mandela verður giftur á øðrum sinni, við Winnie Madikizela.
* 1960: Spenningarnir í [[apartheid]]-stýrinum økjast serliga nógv og koma í hæddina í 1960, tá løgreglan drepur 69 littar í tí, sum seinni verður nevnt blóðbaðið í Sharpeville.
* 1960: ANC verður forboðið í Suðurafrika og Mandela fer undir jørð, tá tað gerst møguligt at revsa ANC-aktivistar við [[deyðarevsing]].
* 1961: Í desember ger ANC av at fara í vápnað stríð móti hvíta stýrinum. Mandela fer á venjingarlegu í [[Algier]] í [[Algeria]].
* 1962: Í august verður Mandela [[Fongsul|fongslaður]] fyri sabotsju. Revsingin er hart arbeiði í fimm ár.
* 1964: Sløk tvey ár seinni verður Mandela dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Hann verður fongslaður á Robben Island fyrstu 18 árini av revsingini, fram til 1982.
* 1968: Fystu 12 mánaðirnar millum 1968 og 1969 doyr fyrst mamma Mandela, og síðan doyr elsti sonur hansara í ferðsluvanlukku. Men Mandela sleppur ikki at vera við til jarðarferðirnar.
* 1980: Stríðið fyri at fáa Mandela leyslatnan byrjar í mars mánaði, tá Johannesburg Sunday Post prentar eina áheitan um geva Mandela og nógvum øðrum fangum grið. Yvirskriftin á herferðini er ”Free Nelson Mandela”.
* 1982: Eftir at hava sitið í fongsli í 18 ár á Robben Island, verður Mandela fluttur til Pollsmoor Prison.
* 1985: Botha forseti bjóðar sær til at lata Nelson Mandela leysan, um hann lovar ikki at fara í vápnað stríð. Hetta vísir Mandela frá sær við orðunum: ”Fangar kunnu ikki gera avtalur. Bara frælsir menn kunnu samráðast”.
* 1989: F. W. de Klerk tekur við sum forseti í Suðurafrika og byrjar at seta [[apartheid]]-lógirnar úr gildi.
* 1990: Eftir at hava sitið í fongsli í 27 ár, verður Nelson Mandela latin leysur 11. februar.
* 1992: Mandela og konan, Winnie, fara hvør til sítt.
* 1993: Nelson Mandela og Frederik de Klerk fáa [[friðarheiðursløn Nobels]] fyri, sum tað verður sagt, friðarliga av hava endað apartheid-stýrið, og fyri at hava lagt grundarlagið fyri einum nýggjum fólkaræðiligum Suðurafrika.
* 1994: Mandela verður valdur forseti í Suðurafrika og tekur við embætinum 10. mai 1994. Sama ár gevur hann út endurminningar sínar í bókini ”Vegurin til frælsi”.
* 1998: Á 80 ára føðingardegi sínum tann 18. juli, giftist hann Graca Machel, sum er einkja eftir ein fyrrverandi forseta í [[Mosambik]].
* 1999: Mandela fer frá sum forseti í Suðurafrika.
* 2001: Fær at vita, at hann hevur krabbamein í bløðruhálskertlinum.
* 2004: Mandela boðar frá, at hann tekur seg aftur frá sínum almenna lívi, men at hann tó heldur fram við vælgerandi arbeiði.
* 2007: Á 89. føðingardegnum sínum stovnar hann The Elders, sum er ein bólkur við eldri leiðarum í heiminum. Teirra millum eru [[Kofi Annan]], fyrrverandi [[ST]]-aðalskrivari, [[Desmond Tutu]], biskupur, og [[Jimmy Carter]], fyrrverandi forseti í [[USA]]. Málið er at royna at loysa heimsins trupulleikar.
* 2009: [[ST]]-aðalfundurin ger føðingardagin hjá Mandela, 18. juli, til minnisdag um Nelson Mandela í virðing fyri ta friðarmentan, sum hann umboðar.
* 2010: Mandela eigur sín stóra part av æruni fyri at tað eydnast at fáa endaspælið um HM-heitið í [[Fótbóltur|fótbólti]] til Suðurafrika í 2010. Tað er í samband við hetta, at Nelson Mandela vísir seg alment fyri seinastu ferð.
* 2011: Verður innlagdur við lungnabruna á fyrsta sinni. Flytir samstundis til Qunu í eystara parti av Suðurafrika. Tað er sami býur, sum hann vaks upp í.
* 2012: Verður sum árið líður innlagdur fyri bæði lungnabruna og gallstein.
* 2013: Mandela verður fleiri ferðir innlagdur við trupulleikum í andingarleiðini. Tann 5. desember andast hann. Amerikanski forsetin [[Barack Obama]] helt 10. des. røðu í sambandi við minningarhaldið fyri Mandela, har hann millum annað segði, at ”Mandela er ein risi í heimssøguni” og samanbar hann við leiðarar sum [[Gandhi]] og [[Martin Luther King Jr.]]
 
== Apartheid ==