Munurin millum rættingarnar hjá "Uruguai"

1.095 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
 
Landið var ein partur av tí spanska hjálandaveldinum til 1821, tá Brasil legði landið undir seg. Uruguei gjørdist sjálvstøðug tjóð í [[1828]]. Í hjálandatíðini varð økið nevnt Banda Oriental, sum merkir eystari áarbakki Uruguei-ánni. Hetta sæst eisini aftur í almenna navinum.
 
== Politikkur ==
 
=== Marijuana ===
 
Sum fyrsta land í heiminum hevur Uruguei gjørt av, at tað ikki longur skal vera ólógligt at dyrka, selja og brúka [[marijuana]]. Eftir 12 tíma langa viðgerð í senatinum týsdagin 10. desember 2013 bleiv nýggja lógin samtykt við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Undirhúsið í Uruguei samtykti lógina longu í juni 2013, og roknað verður við, at hon verður sett í gildi í apríl mánaði í 2014. Sambært lógini fáa fólk 18 ár og eldri rætt til at keypa upp í 40 gramm av marijuana um mánaðin. Stjórnin vónar, at lógarbroytingin fer at gera sítt til at steðga narkokartellunum í landinum, men tey ivasomu siga, at hon fer at gera tað lættari hjá fleiri fólkum at fáa [[rúsevni]]. Sálarfrøðingar siga, at lógin fer at elva til, at talið av fólkum við sálarsjúkum fer at vaksa, og skúlalærarar stúra fyri, at fleiri næmingar fara at dumpa. Og apotekarar eru ikki fegnir og siga, at nýggja lógin fer at skaða teirra umdømi <ref>http://www.nrk.no/verden/uruguay-legaliserer-marihuana-1.11410595</ref>.
 
== Landafrøði ==